Hvat er Leikarafelagið?

Hvat er Leikarafelagið? Leikarafelag Føroya er fakfelagið hjá yrkissjónleikarum og yrkislærdum leikhúsfólki í Føroyum. 

Høvðusendamálið er at menna føroyska yrkisleiklist, og styrkja um støðuna hjá leiklistini í samfelagnum.

Eitt av málunum við fakfelagnum er at savna øll tey í eitt felag, sum hava fingið sær útbúgving innan sjónleikarayrki. Tað vil siga ljóð- og ljósteknikarar, leiklistafrøðingar, pallsniðgevar, leikstjórar og sjónleikarar.

Okkara uppgáva er at umboða limir okkara í sáttmálasamráðingum, og veita teimum hjálp og ráðgeving og stuðla teimum í teirra rættindum, umframt at samskifta við útlendsk feløg og altjóða felagskapir á leiklistarliga økinum.

Arbeiðsøki hjá felagnum er allur yrkissjónleikur; leikstjórn; útvarpsleikir og upplestur; sjónvarpsleikir og upplestur; film; leiklistafrøði; undirvísing og skeiðvirksemi; lýsingar; undirhald og annað leikhúsyrki.

 

Samstarv

Leikarafelag Føroya er limur í Listafólkasambandi Føroya, stytt LISA. LF hevur 1 lim at umboða seg í umboðsmannaráðnum hjá LISA.

Eisini velir Leikarafelag Føroya 3. hvørt ár lim at umboða felagið í Leiklistaráðnum.

Leikarafelag Føroya samstarvar eisini við norðurlendsk sjónleikanetverk. Nordic Network for The Performing Arts, sum er felagsskapur fyri øll leiklistasambond í Norðurlondum.

Harumframt er Leikarafelagið við í arbeiðnum hjá Nordisk Skuespillerråd, stytt NSR, sum er felagsskapur fyri leikarafeløg í Norðurlondum.

Onnur umboðan gjøgnum LISA:

- Úrvalsnevndin hjá Listaleypinum

- Heiðurslønarnevndin undir MMR

- Umboðsmannaráðið í Norðurlandahúsinum

 

 

Les meira

Tín limaskapur hevur stóran týdning

Leikarafelag Føroya - eitt ungt felag í einum lítlum landi, har yrkissjónleikur hevur røtur aftur í 70'ini. 

 

Vit hava øll hoyrt søgur um hvussu sjónleikahúsini kring landið fyrr vórðu væl vitjað og at tað var vanligt at leita sær til ein sjónleik, kabarett ella eitt teiti. Føroyingum hava altíð dámd 'at hyggja eftir sjónleiki'.

Sum fakfelag arbeiða vit við at styrkja grundina undir yrkisleiklistarumhvørvinum. Eitt samfelag er sterkt tá tað rúmar einum breiðum listarligum umhvørvi. Tað leiklistarliga umhvørvið, hevur til uppgávu at fylgja við samfelagnum og lýsa og vísa samtíð, samleika og søgu okkara á leikpallinum - bæði her heima og við at samstarva uttanfyri landoddarnar.

Listarligi arbeiðsmarknaðurin í Føroyum veksur fyri hvønn dag og tískil er týdningamikið at eitt fakfelag arbeiðir fyri at rættindi og arbeiðskor eru í lagi.

Vit eru fá í tali, men hóast tað er tú sera týdningarmikil bæði sum limur og starvsfelagið. 

Í løtuni verður arbeitt við at gera sáttmála við Kringvarp Føroya viðvíkjandi royalties og nýtslu av tilfarið har okkara limir hava, luttaka ella fara at luttaka, verður skipað heldur enn útnyttað.

Vit hava óteljandi ferðir upplivað at tilfar verður endurnýtt ella selt til 3. persón uttan samtykki ella at nøkur samsýning er avtalað. Við støðið í nýggju føroysku upphavsrættarlógini stremba vit fyri at fáa hesi viðurskifti í rætt lag.

Í hesum arbeiði er sjálvsagt at vit mugu standa saman og verja okkara rætt at byggja leiklist upp sum fakøki á føti við øll onnur í okkara lítla landi.

 

 

Les meira

LeikREAD festivalur hetta vikuskiftið

 

LeikREAD festivalurin verður hetta vikuskftið 27. og 28. mars í Sjónleikarhúsinum.

LeikREAD er partur av Nordic Dramatrain, sum er eitt úrval av nýskrivaðum leikritum úr hvørjum Norðurlandi. Luttakandi leikritini, vera vald annaðhvørt ár, og týdd til øll norðurlendsku málini. Dramatokið ferðast norðurlandanna millum, har hvørt land fyriskipar sínar egnu lesingar.

Á LeikREAD kunnu tit uppliva um 60 leiklistafólk, bæði føroysk og úr hinum Norðurlondum, gera pallsettar lesingar av leikritunum.

At hvørjum leikritið verða knýtt leikstjóri og leikarar. Leikararnir fáa leikritið beint undan fyrstu venjing. Vant verður tvær ferðir fýra tímar, áðrenn leikurin verður framførdur.

Nordisk Kulturfond, Kulturkontakt Nord, Mentamálaráðið, Norðulandahúsið, Mentanargrunnur Landsins og Mentanevnd Tórshavnar býráðs stuðla LeikREAD 2015.

 

Fríggjadagur, 27. mars 2015

Kl. 19:00 LeikREAD vælkomin
Lesing 1: Sek
eftir Hrafnhildur Hagalín (IS) Týðing: Pauli Nielsen

Tá ein ung genta verður kynsliga misnýtt av elskaranum hjá mammu hennara, velur mamman at vitna ímóti dóttur síni fyri at dylja syndirnar hjá elskaranum. Leikurin byggir á veruligar vitnisburðir í íslendskum rættarmáli frá 1836.

Leikstjórn: Jón Atli Jónasson (IS) Leikstjórahjálpari: Sissal Drews Hjaltalin
Leikarar: Kristina Sørensen, Páll Danielsen, Torkil Tórgarð, Sanna Apol og Hilmar Joensen

 

Kl. 20:10 Lesing 2: Rithøvundarnir
eftir Alejandro Leiva Wenger (SE)

Týðing: Gunnar Hoydal

Tá Alex kemur inn í lívið hjá rithøvundanum, Alvaro, og arbeiðsleysa sjónleikaranum, Ali, broytist alt á ein hátt, ið eingin av teimum er fyrireikaður til. Leikurin snýr seg um at siga søgur, um at ræðast at hoyra søgur, og um megina, ið liggur í søgum.

Leikstjórn: Mattias Lech (SE) Leikstjórahjálpari: Vár B. Jacobsen Leikarar: Jákup Veyhe, Nicolaj Falck og Finnur Koba

Kl. 21:20 Lesing 3: Sár á sál
eftir Kristinu Sundar Hansen (FO)

Týðing til enskt: Bergljót av Skarði og Martin Regel

Vit fáa innlit í sorgina hjá eini mammu, ið hevur mist tveir synir, tí at teir brunnu inni saman við einum vinmanni. Leikurin gevur mammuni eina rødd, og vit fáa innlit í, hvussu hon roynir at fáa lívið aftur á rættkjøl.

Leikstjórn: Christoffer Berdal (DK) Leikstjórahjálpari: Hjørdis Johansen Leikarar: Gunnvá Zachariassen, Durita Dahl Andreassen og Nicolaj Falck.

 

 

Kl. 22-01 Hangout við tónleiki

 

Leygardagur, 28. mars 2015

Kl. 19:00 Lesing 4: UMsorg
eftir Toril Goksøyr og Camilla Martens (NO)

Týðing: Ria Tórgarð

Ein leikur, ið byggir á eygleiðingar, ið gjørdar eru á norskum ellisheimum, har gerandis- hendingar og nógv óhapp merkja fyrstu akt. Í næstu akt verða vit boðin við og spurd um upplivingar okkara, áðrenn triðja akt lýsir søguna um arvaklandur.

Leikstjórn: Toril Goksøyr og Camilla Martens (NO) Leikstjórahjálpari: Hanna Svartafoss Leikarar: Laura Joensen, Ria Tórgarð, Katarina Nolsøe og 11 leikarar úr Havnar sjónleikarfelag

Kl. 20:10 Lesing 5: Sangir við gráu havsins strendur eftir Pipsa Lonka (FI)

Týðing: Hans Tórgarð

Í einum lítlum havnarbýi uppliva vit vanlig fólk liva sítt vanliga lív við sínum smáu dreymum, gleðum og sorgum. So rakar ein umhvørvisvanlukka, og tað noyðir íbúgvarnar at taka lívsbroytandi avgerðir.

Leikstjórn: Jón Atli Jónasson (IS) Leikstjórahjálpari: Sissal Drews Hjaltalin
Leikarar: Annika Hoydal, Allan Dalsgarð, Súsanna Tórgarð, Beinta Clothier og Jákup Wardum

Kl. 21:20 Lesing 6: All My Dreams Come True
– Eitt disneydrama um depressión og ævintýr

eftir Christian Lollike (DK) Týðing: Jonhard Mikkelsen

„All Your Dreams Come True“ tekur støði í einum klichékendum dialogi millum tvey modernaði, deprimeraði menniskju, ið skapa ein heim av ævintýrskapum. Samstundis er alla tíðina framburður og menning í leikritinum.

Leikstjórn: Kristina Sundar Hansen (FO) Leikstjórahjálpari: Elin Mortensen
Leikarar: Durita Dahl Andreassen, Thomas Voss (DK), Sóley Danielsen og Petur Meinhart E. Andersen

Kl. 22-01 Hangout við tónleiki

 

 

 

 

 

Forkvinna

Vár Berghamar Jacobsen

Mýrugøta 3

FO-100 Tórshavn

tlf. 321162 / 521162

 

Nevndarlimur

Kristina Sørensen Ougaard
Tartinisvej 28,3.t.h
DK-2450 København SV
(+45) 26 16 95 16 / (+298) 512826
79kristina@gmail.com

Nevndarlimur

Petur Meinhard Elleby Andersen
Langatún 10

FO-100 Tórshavn

Tlf. 624000 / 255060

petur_meinhard@hotmail.com

 

 

Tiltakslimur

Laura Joensen

Undir Ryggi 11

FO-100 Tórshavn

tlf. 315506 / 250549

pallaura@olivant.fo