Hvat er Leikarafelagið?

Hvat er Leikarafelagið? Leikarafelag Føroya er fakfelagið hjá yrkissjónleikarum og yrkislærdum leikhúsfólki í Føroyum. 

Høvðusendamálið er at menna føroyska yrkisleiklist, og styrkja um støðuna hjá leiklistini í samfelagnum.

Eitt av málunum við fakfelagnum er at savna øll tey í eitt felag, sum hava fingið sær útbúgving innan sjónleikarayrki. Tað vil siga ljóð- og ljósteknikarar, leiklistafrøðingar, pallsniðgevar, leikstjórar og sjónleikarar.

Okkara uppgáva er at umboða limir okkara í sáttmálasamráðingum, og veita teimum hjálp og ráðgeving og stuðla teimum í teirra rættindum, umframt at samskifta við útlendsk feløg og altjóða felagskapir á leiklistarliga økinum.

Arbeiðsøki hjá felagnum er allur yrkissjónleikur; leikstjórn; útvarpsleikir og upplestur; sjónvarpsleikir og upplestur; film; leiklistafrøði; undirvísing og skeiðvirksemi; lýsingar; undirhald og annað leikhúsyrki.

 

Samstarv

Leikarafelag Føroya er limur í Listafólkasambandi Føroya, stytt LISA. LF hevur 1 lim at umboða seg í umboðsmannaráðnum hjá LISA.

Eisini velir Leikarafelag Føroya 3. hvørt ár lim at umboða felagið í Leiklistaráðnum.

Leikarafelag Føroya samstarvar eisini við norðurlendsk sjónleikanetverk. Nordic Network for The Performing Arts, sum er felagsskapur fyri øll leiklistasambond í Norðurlondum.

Harumframt er Leikarafelagið við í arbeiðnum hjá Nordisk Skuespillerråd, stytt NSR, sum er felagsskapur fyri leikarafeløg í Norðurlondum.

Onnur umboðan gjøgnum LISA:

- Úrvalsnevndin hjá Listaleypinum

- Heiðurslønarnevndin undir MMR

- Umboðsmannaráðið í Norðurlandahúsinum

 

 

Les meira

Tín limaskapur hevur stóran týdning

Leikarafelag Føroya - eitt ungt felag í einum lítlum landi, har yrkissjónleikur hevur røtur aftur í 70'ini. 

 

Vit hava øll hoyrt søgur um hvussu sjónleikahúsini kring landið fyrr vórðu væl vitjað og at tað var vanligt at leita sær til ein sjónleik, kabarett ella eitt teiti. Føroyingum hava altíð dámd 'at hyggja eftir sjónleiki'.

Sum fakfelag arbeiða vit við at styrkja grundina undir yrkisleiklistarumhvørvinum. Eitt samfelag er sterkt tá tað rúmar einum breiðum listarligum umhvørvi. Tað leiklistarliga umhvørvið, hevur til uppgávu at fylgja við samfelagnum og lýsa og vísa samtíð, samleika og søgu okkara á leikpallinum - bæði her heima og við at samstarva uttanfyri landoddarnar.

Listarligi arbeiðsmarknaðurin í Føroyum veksur fyri hvønn dag og tískil er týdningamikið at eitt fakfelag arbeiðir fyri at rættindi og arbeiðskor eru í lagi.

Vit eru fá í tali, men hóast tað er tú sera týdningarmikil bæði sum limur og starvsfelagið. 

Í løtuni verður arbeitt við at gera sáttmála við Kringvarp Føroya viðvíkjandi royalties og nýtslu av tilfarið har okkara limir hava, luttaka ella fara at luttaka, verður skipað heldur enn útnyttað.

Vit hava óteljandi ferðir upplivað at tilfar verður endurnýtt ella selt til 3. persón uttan samtykki ella at nøkur samsýning er avtalað. Við støðið í nýggju føroysku upphavsrættarlógini stremba vit fyri at fáa hesi viðurskifti í rætt lag.

Í hesum arbeiði er sjálvsagt at vit mugu standa saman og verja okkara rætt at byggja leiklist upp sum fakøki á føti við øll onnur í okkara lítla landi.

 

 

Les meira

Nordic Performing Arts Days 2016

Leikarafelag Føroya verður vertur fyri stórum norðurlendskum festivali, sum verður 24. til 28. mei 2016. Vit kalla festivalin her heima stutt og greitt Dagarnir 2016 – og verður hetta størsta tiltak innan leiklist í fleiri ár. Skráin verður sera fjølbroytt og verður fyri allar málbólkar:

 

Gestaleikir við føroyskum og norðurlendskum framførslum.

-       Skeiðir fyri leiklistafólk og almenn seminar við viðurkendum skeiðshaldarum

-       Nýggj norðurlendsk leikrit verða sett á pall sum pallsettar lesingar – readings- í einum tøttum samstarvi millum dramatikarar, leikarar og leikstjórar úr øllum Norðanlondum

-       Ein interaktiv sansalabyrint verður bygt í Sjónleikarhúsinum undir leiðslu av navnframum leiklistafólkum úr Teatro de Los Senditos úr Barcelona. Hetta verður eitt stórt tiltak, sum fer at seta dám á býin við nógvum luttakarum í øllum aldursbólkum.

 

Norðurlandahúsið, Tjóðpallurin og Sjónleikarhúsið verða karmar um tiltøkini, umframt aðrir størri og smærri pallar í býnum og ætla vit eisini at fáa tiltøk út um Havnina.

Eini 200 norðurlendsk leiklistafólk innan øll øki vitja Føroyar hesar dagar í mei. Tað verið seg leikstjórar, leikarar, framleiðarar, leikhússtjórar, dansarar, sniðgevar, tøkningar osfr.

Føroyski áskoðarin fær eitt tyssi av leikum at velja ímillum hesar dagar. Leikir, sum eru á topprofessionellum støði, og sum onkusvegna hava brotið sjógvin í sínum landi og allastaðni, har tey vitja. Føroysk leiklist verður eisini víst og promovera við leikum hjá eitt nú Tjóðpallinum og øðrum sjálvstøðugum verkætlanum við sjónleiki og dansi.

Hetta er ein einastandandi møguleiki, vit hava fingið at verða vertir fyri norðurlendskum leiklistadøgum og hóast vit eru eitt lítið felag, so vilja vit kortini taka vertskapin á okkum, tí vit halda, at tíðin er búgvin, føroysk leiklist hevur gjørt nøkur risalop seinastu árini, vit hava nógv at bjóða norðurlendsku starvsfeløgum okkara, umframt at vit fáa altjóða viðurkend leiklistafólk higar at framføra, undirvísa, menna og geva íblástur.

www.nordicperformingartsdays.fo

 

 

 

Forkvinna

Vár Berghamar Jacobsen

Mýrugøta 3

FO-100 Tórshavn

tlf. 321162 / 521162

 

Nevndarlimur

Kristina Sørensen Ougaard
Tartinisvej 28,3.t.h
DK-2450 København SV
(+45) 26 16 95 16 / (+298) 512826
79kristina@gmail.com

Nevndarlimur

Petur Meinhard Elleby Andersen
Langatún 10

FO-100 Tórshavn

Tlf. 624000 / 255060

petur_meinhard@hotmail.com

 

 

Tiltakslimur

Laura Joensen

Undir Ryggi 11

FO-100 Tórshavn

tlf. 315506 / 250549

pallaura@olivant.fo