Hvat er Leikarafelagið?

Hvat er Leikarafelagið? Leikarafelag Føroya er fakfelagið hjá yrkissjónleikarum og yrkislærdum leikhúsfólki í Føroyum. 

Høvðusendamálið er at menna føroyska yrkisleiklist, og styrkja um støðuna hjá leiklistini í samfelagnum.

Eitt av málunum við fakfelagnum er at savna øll tey í eitt felag, sum hava fingið sær útbúgving innan sjónleikarayrki. Tað vil siga ljóð- og ljósteknikarar, leiklistafrøðingar, pallsniðgevar, leikstjórar og sjónleikarar.

Okkara uppgáva er at umboða limir okkara í sáttmálasamráðingum, og veita teimum hjálp og ráðgeving og stuðla teimum í teirra rættindum, umframt at samskifta við útlendsk feløg og altjóða felagskapir á leiklistarliga økinum.

Arbeiðsøki hjá felagnum er allur yrkissjónleikur; leikstjórn; útvarpsleikir og upplestur; sjónvarpsleikir og upplestur; film; leiklistafrøði; undirvísing og skeiðvirksemi; lýsingar; undirhald og annað leikhúsyrki.

 

Samstarv

Leikarafelag Føroya er limur í Listafólkasambandi Føroya, stytt LISA. LF hevur 1 lim at umboða seg í umboðsmannaráðnum hjá LISA.

Eisini velir Leikarafelag Føroya 3. hvørt ár lim at umboða felagið í Leiklistaráðnum.

Leikarafelag Føroya samstarvar eisini við norðurlendsk sjónleikanetverk. Nordic Network for The Performing Arts, sum er felagsskapur fyri øll leiklistasambond í Norðurlondum.

Harumframt er Leikarafelagið við í arbeiðnum hjá Nordisk Skuespillerråd, stytt NSR, sum er felagsskapur fyri leikarafeløg í Norðurlondum.

Onnur umboðan gjøgnum LISA:

- Úrvalsnevndin hjá Listaleypinum

- Heiðurslønarnevndin undir MMR

- Umboðsmannaráðið í Norðurlandahúsinum

 

 

Les meira

Tín limaskapur hevur stóran týdning

Leikarafelag Føroya - eitt ungt felag í einum lítlum landi, har yrkissjónleikur hevur røtur aftur í 70'ini. 

 

Vit hava øll hoyrt søgur um hvussu sjónleikahúsini kring landið fyrr vórðu væl vitjað og at tað var vanligt at leita sær til ein sjónleik, kabarett ella eitt teiti. Føroyingum hava altíð dámd 'at hyggja eftir sjónleiki'.

Sum fakfelag arbeiða vit við at styrkja grundina undir yrkisleiklistarumhvørvinum. Eitt samfelag er sterkt tá tað rúmar einum breiðum listarligum umhvørvi. Tað leiklistarliga umhvørvið, hevur til uppgávu at fylgja við samfelagnum og lýsa og vísa samtíð, samleika og søgu okkara á leikpallinum - bæði her heima og við at samstarva uttanfyri landoddarnar.

Listarligi arbeiðsmarknaðurin í Føroyum veksur fyri hvønn dag og tískil er týdningamikið at eitt fakfelag arbeiðir fyri at rættindi og arbeiðskor eru í lagi.

Vit eru fá í tali, men hóast tað er tú sera týdningarmikil bæði sum limur og starvsfelagið. 

Í løtuni verður arbeitt við at gera sáttmála við Kringvarp Føroya viðvíkjandi royalties og nýtslu av tilfarið har okkara limir hava, luttaka ella fara at luttaka, verður skipað heldur enn útnyttað.

Vit hava óteljandi ferðir upplivað at tilfar verður endurnýtt ella selt til 3. persón uttan samtykki ella at nøkur samsýning er avtalað. Við støðið í nýggju føroysku upphavsrættarlógini stremba vit fyri at fáa hesi viðurskifti í rætt lag.

Í hesum arbeiði er sjálvsagt at vit mugu standa saman og verja okkara rætt at byggja leiklist upp sum fakøki á føti við øll onnur í okkara lítla landi.

 

 

Les meira

New Nordic Drama í Oslo

Leikarafelag Føroya, føroyskir sjónleikarar og Tóm Rúm eftir Marjuna S. Kjelnes 
eru við á Ibsen Festivalinum í Oslo 18. sept. 2016 í Dramatikkens Hus
 
 
Eitt av mongu tiltøkunum, sum var á skrá tá norðurlendski sjónleikafestivalurin Dagarnir 2016 var í Føroyum í mei í ár, var readingfestivalurin 
New Nordic Drama - ella LeikREAD, sum vit kenna tað herheima. New Nordic Drama fer nú sína ferð víðari kring Norðanlond. Fyrsti steðgur var í Keypmannahavn á Husets Teater 8. juni sum partur av CPH.STAGE. Næsti steðgur verður í Oslo, sum partur av Ibsen Festivalinum. 
Readings - ella pallsettar lesingar- av 6 norðurlendskum leikum verður í Dramatikken Hus í Oslo 18. september. 
Føroyska umboðið í New Nordic Drama er leikurin Tóm Rúm eftir Marjuna Syderbø Kjelnes. Ria Tórgarð hevur leikstjórnað pallsettu lesingina av Tóm Rúm, umframt íslendska leikin Segulsvið (Magnetic) eftir Sigurð Pálsson. Sjónleikarinir Durita Dahl Andreasen og Nicolaj Falk framføra Tóm Rúm á føroyskum við enskum undirteksti. Ensku týðingina hevur MaritaThomsen gjørt.
Tóm Rúm er valt av eini úrvalsnevnd. Grundgevingin frá dómsnevndini um Tóm rúm er at lesa í viðhefta skjali.
 
Endamálið við New Nordic Drama er at varpa ljós á norðurlendskan dramatik og at  vísa fram bestu leikrit úr hvørjum Norðanlandi, sum hevði sína heimsfrumframførslu í  egnum landi í árunum 2014-2015. 
At gera readings burtur úr leikritum, t.e. stuttar pallsettar lesingar, sum vísa brotpartar av leikinum er ein genra, ella ein háttur, sum hevur vundið nógv uppá seg hesi seinastu árini. Ein háttur, har leikarnir saman við leikstjóra við stuttari venjingartíð geva eitt boð upp á eina tulking av einum leikriti. Her eru tey stóru strokini nýtt, tó við eini kenslu av heildini og huglagnum í leikinum. Teksturin er í fokus og hava leikarnir eisini handritið við sær upp á pallin. 
New Nordic Drama er ein víðari menning av  átakinum Nordic Drama Train, sum var ein víðarimenning av fyrrverandi norðurlendsku dramatikaravirðislønini. 
Leikarafelag Føroya hevur fyri triðju ferð verið við í hesum reading átakið.  Fyrstu ferð í 2013, har føroyskir leikarar lósu og framførdu 5 norðurlendsk leikrit á Tjóðpallinum - LeikREAD 2013. Aðru ferð var í 2015, tá føroyski leikurin Sár á Sál eisini var við í LeikREAD og nú við New Nordic Drama - har tað umframt leikirnir og høvundarnar, verða leikarar úr hvørjum landi, sum ferðast runt og lesa/framføra leikirnar.
Vónandi finna leikirnir í framtíðini vegin fram til leikhús í grannalondunum, týddir og uppsettir í fullari longd.
 
Sí skránna hjá Ibsen festivalinum
 

 

Forkvinna

Vár Berghamar Jacobsen

Mýrugøta 3

FO-100 Tórshavn

tlf. 321162 / 521162

 

Nevndarlimur

Kristina Sørensen Ougaard
Tartinisvej 28,3.t.h
DK-2450 København SV
(+45) 26 16 95 16 / (+298) 512826
79kristina@gmail.com

Nevndarlimur

Petur Meinhard Elleby Andersen
Langatún 10

FO-100 Tórshavn

Tlf. 624000 / 255060

petur_meinhard@hotmail.com

 

 

Tiltakslimur

Laura Joensen

Undir Ryggi 11

FO-100 Tórshavn

tlf. 315506 / 250549

pallaura@olivant.fo