Hvat er Leikarafelagið?

Hvat er Leikarafelagið? Leikarafelag Føroya er fakfelagið hjá yrkissjónleikarum og yrkislærdum leikhúsfólki í Føroyum. 

Høvðusendamálið er at menna føroyska yrkisleiklist, og styrkja um støðuna hjá leiklistini í samfelagnum.

Eitt av málunum við fakfelagnum er at savna øll tey í eitt felag, sum hava fingið sær útbúgving innan sjónleikarayrki. Tað vil siga ljóð- og ljósteknikarar, leiklistafrøðingar, pallsniðgevar, leikstjórar og sjónleikarar.

Okkara uppgáva er at umboða limir okkara í sáttmálasamráðingum, og veita teimum hjálp og ráðgeving og stuðla teimum í teirra rættindum, umframt at samskifta við útlendsk feløg og altjóða felagskapir á leiklistarliga økinum.

Arbeiðsøki hjá felagnum er allur yrkissjónleikur; leikstjórn; útvarpsleikir og upplestur; sjónvarpsleikir og upplestur; film; leiklistafrøði; undirvísing og skeiðvirksemi; lýsingar; undirhald og annað leikhúsyrki.

 

Samstarv

Leikarafelag Føroya er limur í Listafólkasambandi Føroya, stytt LISA. LF hevur 1 lim at umboða seg í umboðsmannaráðnum hjá LISA.

Eisini velir Leikarafelag Føroya 3. hvørt ár lim at umboða felagið í Leiklistaráðnum.

Leikarafelag Føroya samstarvar eisini við norðurlendsk sjónleikanetverk. Nordic Network for The Performing Arts, sum er felagsskapur fyri øll leiklistasambond í Norðurlondum.

Harumframt er Leikarafelagið við í arbeiðnum hjá Nordisk Skuespillerråd, stytt NSR, sum er felagsskapur fyri leikarafeløg í Norðurlondum.

Onnur umboðan gjøgnum LISA:

- Úrvalsnevndin hjá Listaleypinum

- Heiðurslønarnevndin undir MMR

- Umboðsmannaráðið í Norðurlandahúsinum

 

 

Les meira

Tín limaskapur hevur stóran týdning

Leikarafelag Føroya - eitt ungt felag í einum lítlum landi, har yrkissjónleikur hevur røtur aftur í 70'ini. 

 

Vit hava øll hoyrt søgur um hvussu sjónleikahúsini kring landið fyrr vórðu væl vitjað og at tað var vanligt at leita sær til ein sjónleik, kabarett ella eitt teiti. Føroyingum hava altíð dámd 'at hyggja eftir sjónleiki'.

Sum fakfelag arbeiða vit við at styrkja grundina undir yrkisleiklistarumhvørvinum. Eitt samfelag er sterkt tá tað rúmar einum breiðum listarligum umhvørvi. Tað leiklistarliga umhvørvið, hevur til uppgávu at fylgja við samfelagnum og lýsa og vísa samtíð, samleika og søgu okkara á leikpallinum - bæði her heima og við at samstarva uttanfyri landoddarnar.

Listarligi arbeiðsmarknaðurin í Føroyum veksur fyri hvønn dag og tískil er týdningamikið at eitt fakfelag arbeiðir fyri at rættindi og arbeiðskor eru í lagi.

Vit eru fá í tali, men hóast tað er tú sera týdningarmikil bæði sum limur og starvsfelagið. 

Í løtuni verður arbeitt við at gera sáttmála við Kringvarp Føroya viðvíkjandi royalties og nýtslu av tilfarið har okkara limir hava, luttaka ella fara at luttaka, verður skipað heldur enn útnyttað.

Vit hava óteljandi ferðir upplivað at tilfar verður endurnýtt ella selt til 3. persón uttan samtykki ella at nøkur samsýning er avtalað. Við støðið í nýggju føroysku upphavsrættarlógini stremba vit fyri at fáa hesi viðurskifti í rætt lag.

Í hesum arbeiði er sjálvsagt at vit mugu standa saman og verja okkara rætt at byggja leiklist upp sum fakøki á føti við øll onnur í okkara lítla landi.

 

 

Les meira

Aðalfundurin 2013

Fundarfrágreiðing umframt formansfrágreiðing fyri aðalfundin kunnu lesast undir Felagið -> breddin vinstrumegin. Ein frálíkur dagur við nógvum nýggjum andlitum, góðum aðalfundi.

Eftir ein tiltrongdan døgurðasteðg kom ein væluppløgd Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum á gátt og greiddi frá um sítt lív og yrki og um Norðurlandahúsið sum mentanarstovn í Norðurlondum. Sera spennandi. Síðani varð farið ein bússtúr til Tjørnuvíkar, har borgarstjórin í Sunda Kommunu, Heðin Zachariasen tók ímóti okkum í skúlanum. Borgarstjórin greiddi frá ætlanunum hjá kommununi um at lata LISA umsita skúlan (við íbúð) til listafólk at virka og búgva í. Snøgt sagt: Sunda kommuna letur ókeypis listafólki sín niðurlagda skúla í Tjørnuvík til vistarhald. Fantastiskt - vit jubla ;-) Eftir hesi góði tíðindi greiddi Hans Espern Heinesen frá um skúlan og skúlalívið í Tjørnuvík 1950`unum. Síðani leiddi Hans Espern okkum yvir til gravirnar og greiddi hann sera hugtakandi frá um hesar toftir. Hagani fóru vit runt í hugnaligu bygdini og inn í kirkjuna, har Hans Espern setti prikkið yvir i`ið í hansara frásøgn um Tjørnuvík við at syngja eitt ørindi úr einum Kingo sálmi. Inniligt og sterkt og má sannast, at í Hans Esperni eigur bygdin ein avbera góðan og livandi frásøgumann, sum dugir bæði við persónligum, stuttligum, hugtakandi og dramatiskum bragdi at gera forteljingina um Tjørnuvík livandi fyri okkum. Glað og upplyft fóru vit aftur upp í bussin, og sum eitt óvæntað innslag vórðu vit boðin á gátt hjá Sunda Kommunu í Oyrabakka. Hagar gekk leiðin og stóð aftur ein blíður Heðin Zachariasen fyri okkum og bjóðaði okkum alskyns sløg av bjóri uppi í fundarhølinum. Síðani gekk leiðin aftur til Havnar, har vit steðgaðu á Skálatrøð og inn í høllina hjá Lutzens - onkur sigur hon eitur "Koksgarður" har vit fingu fiskafat og annað gott. Lagið á fólki var algott, ein spontan spurnarkapping varð sett í verk av Páll og Beintu, har gjørdist stafettrenning á stóra dansigólvinum millum partarnar, umframt pardans og `seriur` við dansi gestum úr Týsklandi og við eini spontanari Jesus Christ Superstar framførslu endaði veitslan á miðjari nátt. Ein sera væleyðnaður dagur og veitsla við Leikarafelagnum. Takk fyri tit. GZ.

Forkvinna

Vár Berghamar Jacobsen

Mýrugøta 3

FO-100 Tórshavn

tlf. 321162 / 521162

 

Nevndarlimur

Kristina Sørensen Ougaard
Tartinisvej 28,3.t.h
DK-2450 København SV
(+45) 26 16 95 16 / (+298) 512826
79kristina@gmail.com

Nevndarlimur

Petur Meinhard Elleby Andersen
Langatún 10

FO-100 Tórshavn

Tlf. 624000 / 255060

petur_meinhard@hotmail.com

 

 

Tiltakslimur

Laura Joensen

Undir Ryggi 11

FO-100 Tórshavn

tlf. 315506 / 250549

pallaura@olivant.fo