Formansfrágreiðing 2009:

Vælkomin:

Góðu og tolnu limir í Leikarafelagnum Føroyum, hjartaliga vælkomnir á 4.aðalfundin hjá felagnum.

Ein søguligur aðalfundur.

Vit hava eina avtalu við Tjóðpall Føroya, ið almennu myndugleikarnir hava góðkent.

Vit eru nú ein stætt á jøvnum føti við onnur í samfelagnum. (Í øllum førum á pappírinum.)

Fyri fyrstu ferð í Føroya søgu hava landsins myndugleikar góðkent tær treytir, lønir og tøl ið sett eru á tað sum listarligt arbeiði kann kosta. Kanska er tað ikki heilt av tilvild, at tað er á sjónleikaraøkinum at hetta skuldi henda. Sjónleikur krevur samarbeiði millum nógvar listagreinar, onkur sigur allar, men avtalan er komin í hús tí “vit á sjónleikaraøkinum” hava hildið fast við rættindini at virka og arbeiða á okkara øki, eins og ein og hvør onnur stætt arbeiðir á sínum øki.

Tillukku, tillukku.

Nú komu vit so langt – og nú halda vit fram.

Frá seinasta aðalfundi:

Í nøkur ár hevur eydnast at hildið aðalfundin í mai mánaða, og tað mundi eydnast aftur í ár. Umleið eina viku eftir fyrsta summardag. Og nógv sær ljósari út enn tað mangan hevur gjørt fyrr.

Aðalfundurin í fjør var hildin leygardag, og aftaná fóru vit útferð – eingin visti akkurát hvagar, men so stóð ein lítil bussur uttanfyri og farið varð vestur til LakeSide og Bøsdalafoss. Ein fínur túrur, og á veg aftur til Havnar koyrdu vit eftir oyggj, ein svipp niðan á Sornfelli. Veðrið var av tí besta, og Óli Samuelsen var bilstjóri.

Tíverri vóru ikki allir limirnir við, men tað kann vera....... og verður nokk altíð torført at savna øll.

Í mínum hugaheimið vóni eg, at tað gerst alt meiri torført at savna allar limirnar, tí vit eru so nógv í tali.

Men av ti sama varð gjørt av ikki at gera tað stóra burturúr í ár. Tí at so nógv annað er á skránni hjá..... um ikki øllum .......so nógvum av okkum júst nú. Í ár gera vit ikki tað stóra burturúr sjálvum aðalfundinum – men kanska heldur halda eitt jólagildi, tá vit koma so langt.

Innkalling:

Tað stendur í reglunum hjá Leikarafelagnum, at boðast skal frá aðalfundi í seinasta lagið 14 dagar áðrenn. Skriftligt. Eftir seinasta aðalfund varð spurt um innkalling við teldu umvegis meyl-skipanina, og tey sum ikki hava teldubústað fáa boðini í sms-boðum. Til tað er at siga, at skiftligt er skriftligt – aftur í ár var tað kanska ólýdni, kanska dovinskapur ella knaplig tíðarneyð, tí varð einki bræv sent út, men áðurnevndu “miðlar”. Ásannast má, at tíðin er farin frá brøvum, frímerkjum og postkassa – og tá skriftligt er bindandi og ikki kostar tað nógva, so er bert romantikkurin eftir.

Vónandi verður aðalfundurin líka tignarligur og virðiligur fyri tað.

Limagjaldi:

Við jøvnum millumbili hevur undirritaði ditta sær at mint á at gera fasta flytingar fyri limagjaldið. Vælsignaðir limir geri tað, tí tað ger tað lættari at fylgja við – men tað er eisini limanna ábyrgd at ansa eftir - ikki at koma í eftirstøðu. Reglurnar siga at limur kann verða koyrdur úr felagnum um viðkomandi skyldar tvey mánaðargjøld........ dømi eru um fleiri mánaðir, men nevndin hevur valt at fara hóvliga fram, og nú sær út til at bragda. Sjálvandi - tað eru tykkara pengar, og takk fyri, at tit velja at leggja teir í felagskassan.

Satt at siga var tað lítið hugaligt at kalla inn til aðalfund í ár. Bert tveir limir vóru ajour við limagjaldinum, og ein triðji var afturút. Øll hini skyldaðu so nógv at ....... ja, eftir reglunum ikki kundu roknast sum limir. Haldið mær til góðar hetta hjartasuff.

Men trýstið og strongdin at fáa til vega sømilig viðurskifti, okkara víðagitnu avtalu, sum hevur fylt og stolið so nógva tíð.... ........ sóu beint tá ikki út til at hava nakra sum helst meining.

Hetta er sjálvandi slíkt, ið kann koma sníkjandi og so knapliga skyldar man. Enntá meir enn man roknaði við ....... tí skulu tit hava takk øll sum hava goldið. Tað eru sjálvandi bara limir, ið hava goldið, sum kunnu atkvøða og eisini verða vald.

Hinvegin so kann man siga, at tveir pakkar av sigarettum, og tvær stórar øl á Hvonn um mánaðin fara ístaðin til okkara felags besta.

Avtalu-sáttmála-avtalan:

Í langa, langa tíð hava vit hildið fast um rætt okkara at hava eitt fakfelag fyri øll leikhússtarvsfólk, og harvið átti eisini ein sáttmáli við almennu myndugleikarnar at verið ein sjálvfylgja. Men tað vísti seg skjótt, at tað var tað bara ikki – tí lønardeildin í fíggjarmálaráðnum vildi ikki gera sáttmála við so lítið fakfelag. Vit mestsum hóttu við at fara í gerðarrættin, ...... svarið var stutt: Gerið tit endiliga tað, tað tekur fleiri ár, .....

Fyri Kristinu og meg, undirritaða, hevur hetta verið lærdómur í samráðingum. Og fyri at tit skulu skilja hvat hetta í stuttum hevur snúð seg um, og vónandi læra av tí við, so er tað hetta:

At hava samband millum partarnar, hóast tað sendur sum í botni, og mótparturin er ..... sera bersøgin og tykist óvinarligur osfr., so hevur tað alt at siga, at avtala nýggjan fund, lata tíðina ganga og so royna aftur.

Ringt at skilja? Men tað er satt!

Stríðið hevur verið heilt øðrvísi enn nakað annað. Men við jøvnum millumbilum hava viðurskiftini hjá føroyskum leikhússtarvsfólki verið á breddanum í fjølmiðlunum. Tað hevur gjørt mun.

Eisini at Nordisk Skuespiller Råd setti saman eitt skriv, har fullur stuðul varð veittur okkum, frá øllum norðurlendsku fakfeløgunum, hevur gjørt mun at fáa so frægt úrslit sum vit hava fingið.

Størsta takið hevur verið at staðið saman.

Leiklistarráðið hevur tikið fult undir við at fáa skipaði viðurskifti, - og ikki minst Tjóðpallur Føroya. Stóra takk fyri tykkara leiklut í hesum drúgva talvi, har hvør telvar sítt talv. Tí skal nevnast løgfrøðing okkara Páll Nielsen, sum hevur verið okkum hollur við góðum ráðum.

Samanumtikið so hevur stríðið givið úrslit, sum vit øll kunnu vera nøgd við og brúka.

Tillukku við avtaluni millum Tjóðpall Føroya og Leikarafelag Føroya.

Eitt er tó eftir at fáa “formliga” uppá pláss, og tað er eitt skriv sum Snorri Fjallsbak lovaði at gera eftir at avtalan var undirskrivað, har lønardeildin í fíggjarmálaráðnum áleggur Kringvarpinum og øðrum almennum stovnum at løna okkum eftir hesi avtalu.

Limaskarin:

Hóast ikki tann stóra útskiftingin er farin fram, so eru tó onkrar broytingar.

Nú sær limalistin soleiðis út: Laura Joensen; Birita Mohr; Súsanna Tórgarð; Ria Tórgarð; Gunnvá Zachariasen; Barbara Christophersen; Egi Dam; Kári Øster; Páll Danielsen; Hans Tórgarð; Bárður Persson. Hesi eru vanligir limir, og hvílandi limirnir eru hesi: Annika Hoydal; Jenny C. Petersen; Katarina Nolsøe; Kristina S. Hansen; Marita Dalsgaard; Beinta Clothier; Eyðun Johannessen; Høgni Johansen; Olaf Johannessen; Annfinnur Heinesen; Kjartan Hansen; Anna Sofía Nolsøe.

(Hesi hava ikki øll goldið limagjald enn, men vónandi fer at bera til fáa eina skipan, sum ger tað lætt hjá hesum at halda seg til.)

Í alt 24 limir. 12 vanligir og 12 hvílandi.

Hartil er at siga, at onnur leikhússtarvsfólk eru sjálvandi vælkomin at gerast limir í felagnum um tey hava hug. Nevndin tekur støðu til innkomnu umsóknirnar, og um umsøkjarin lýkur treytirnar fyri limaskapi.

Skeið:

Í heyst varð eitt lestrarskeið hildið við danska/føroyska Dan Schlosser. Eitt samstarv við Kringvarp Føroya og Tjóðpall Føroya. Skeiðið var væl stuðlað, frá Mentunnargrunninum og Gramex, og eisini frá Kringvarpið Føroya.

Stutt kann sigast at nomið varð við kjarnuna í tí at lesa upp. Higartil hava vit hvør í sínum lagið og eftir besta førimuni gjørt okkum ómak, men ikki tosað serliga nógv saman um júst hetta umráðið.

Tí var í lagið at fáa ein “uttanífrá” at seta nøkur orð á, sum vit so kundu taka við okkum.

Í vár kom Nadine George enn einaferð at halda skeið í Roy Hart-teknikkinum, og arbeiða við Shakespeare textum. Og enn einaferð eitt væleydna og gevandi skeið, við vón um fleiri komandi árini.

Tað gekk eisini væl at fáa stuðul til skeiðið. Tað gav enntá yvirskot, og fyriskipari leikarafelagsins, Súsanna Tórgarð, hevur goldið aftur ov nógv játtaðan stuðul. Hetta er gjørt eftir rættvísum frymli alt eftir hvussu nógv hvør lat í stuðuli. Tey í stuðlaðu vóru Gramex, Mentannargrunnurin og Leiklistarráðið.

Limirnir og virksemi teirra í LlF

Laura: Er vald sum umboð Leikarafelagsins í Leiklistaráðnum, og er vald fyri tíðarskeiðið

2007 – 2010.

Umframt hesa uppgávu játtaði Laura at taka við okkara innstilling, sum umboð í Mentunnargrunninum, eftir rokið, sum var í vetur.

Birita: Hevur spælt, lisið upp, undirvíst og leikstjórna.

Birita er hevur verið tiltakslimur til nevndina í LlF, og er eisini tiltakslimur fyri okkara  umboð í “Listaleypinum”.

Súsanna: Hevur leikstjórnað, spælt, undirhildið, undirvíst og týtt.

Súsanna er nevndarlimur í Leikarafelagnum, og situr sum okkara umboð í Listaleypinum”.

Ria: Hevur spælt, leikstjórnað, undirhildið, skrivað, lisið upp og týtt. Ria er eisini annað umboð okkara í LISA.

Gunnvá: Hevur spælt, lisið upp og undirvíst.

Gunnvá er umboð fyri Føroyar í Nordisk Teater Union.

Og eisini hevur Gunnvá umboða okkum á fundum í NSR Nordisk Skuespiller Råd saman við Maritu Dalsgaard.

Eisini er Gunnvá vev-stjóri okkara á heimasíðuni hjá okkum.

Barbara: Hevur spælt og lisið upp.

Egi: Hevur leikstjórna og lisið upp.

Kári: Hevur lisið upp.

Páll: Hevur leikstjórnað, skrivað, undirvíst, lisið upp og undirhildið.

Arbeiðir í Kringvarpi Føroya. Og er nevndarformaður í Leikarafelag Føroya.

Hans: Hevur leikstjórnað, spælt, lisið upp, skrivað og týtt.

Bárður: Hevur skrivað.

Jenny: Er hvílandi limur í Leikarafelag Føroya, av tí at hon er stjóri fyri Tjóðpalli Føroya. Harumframt er hon eisini í Stýrinum fyri Nordscen; Og vald sum annað umboð okkara í LISA, har hon situr í nevndini.

Katarina: Hevur lisið upp og spælt. Katarina hevur valt at vera hvílandi limur í Leikarafelagnum orsaka av sjúku.

Kristina: Umboðar Leikarafelagið í Ráðgevandi nevndini fyri Norðurlandahúsið, er vald fyri 2005-2008. (Men vit bíða eftir áheitan at velja nýtt umboð.)

Kristina hevur verið kassameistari í nevndini fyri Leikarafelag Føroya. Er flutt til Danmarkar við manninum Róa, og er tí frá nú at rokna sum hvílandi limur.

Marita: Er hvílandi limur og býr í Danmørk. Hevur umboða Leikarafelagið í Nordisk Skuespiller Råd saman við Gunnvá.

Høgni: Er fluttur til Danmarkar at búgva orsaka av sjúku, og er tí roknaður sum hvílandi limur.

Annfinnur: Hevur spælt; skrivað; lisið upp og undirhildið. Er hvílandi limur og býr í Danmørk.

Aftur enn einaferð má nevnast, at limir leikarafelagsins virka á nógvum ymiskum økjum innan sjónleikaravirksemi, tað er sjálvandi sera gleðiligt og gott. Fyrst og fremst, vónandi, gevandi bæði fyri kropp, sál og pengapung. Nú eru fortreytirnar fyri at fáa líkinda løn í øllum førum til staðar, og grundarlag at vísa til avtaluna millum Tjóðpallin og Leikarafelagið. Áheitan skal tí ljóðað enn einaferð: Krevji ein arbeiðssáttmála/avtalu við arbeiðsgevaran, líkamikið hvussu lítið arbeiði talan er um. Og so kann Leikarafelagið síðan mala til at vraka ella góðtaka.

Heimasíðan.

Heimasíðan ligið still í eina tíð í vetur, men koyrir nú aftur. Brúki hana endiliga, nógv meir enn tit higartil. Øll hugskot at gera heimasíðuna áhugaverda eru kærkomin. Gunnvá er vev-stjóri, gevið henni góðu hugskotini.

Fyri framman:

Góðu limir leikarafelagsins.

Loksins eydnaðist tað okkum ..... ja, pappír uppá, at vit eru til......!!! Tað er fínt. Men nú eru aðrar ermar at bretta upp um albógvarnar, tí nú koma dagarnir trý og fýra. ....... nú skal stásið haldast við líka.

Og eg kann lova tykkum fyri, at tað gerst best við at halda givin lyftir, og ikki boyta nakað frá degi til dags. Hendan avtalan er fyri eitt ár og gongur út 1. mai 2010, hon kann sjálvandi sigast upp – tríggjar mánaðar áðrenn – men verður tað ikki gjørt, so er tað sjálvsagt tí allir partar eru nøgdir.

Ein avtala sum hendan vit hava er í lagið. Tað er tað man kallar næstbest. Ein sáttmáli millum Leikarafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið er tað vit helst vilja – og tí eigur komandi nevnd at boða frá hesum kravið, tá ið tíðin nærkast og avtala skal gerast um nýggjar samráðingarfundir. Hóast einki verður broytt, so var ætlanin at Leikarafelag Føroya, Tjóðpallur Føroya, Leiklistarráðið og umboð fyri Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum hildu ein fund, áðrenn avtaluskeiðið er liðið at viðgera hvussu hevur gingið.

Mín innasta áheitan skal vera. Haldið fast við tað sum nú er avtalað.

Nevndarval:

Kristina S. Hansen og Páll Danielsen standa fyri vali. Kristina er flutt til Keypmannahavnar at búgva, og er gerst nú hvílandi limur. Hon stillar við øðrum orðum ikki uppaftur. Tí skal ljóða ein sera innilig og virðilig hjartans tøkk til Kristinu fyri hennara arbeiðið fyri Leikarafelagið – serliga arbeiðinum við sáttmálanum, sum gjørdist ein avtala. Eitt gløgt eyga, sum skilagott og uttan himpr dugdi at halda fast við rættindi, sum av røttum áttu at koma limunum til góðar. Og var heldur ikki bangin fyri at bjóða av.

Undirritaði stendur eisini fyri valið. Og vil nýta høvið at takka fyri undanfarnu árini sum formaður felagsins, har vit ..... loksins,..... hava fingið eina virðiliga avtalu við Tjóðpallin við vælsignilsi frá Fíggjarálaráðnum.

Nú hava vit reglur at ganga eftir, og vit hava fingið fyri fyrstu ferð í Føroya søgu avtalu um eitt øki innan list. Tað eru sett tøl á, vit eru at meta í minsta lagið javnt við eina og hvørja aðra arbeiðandi stætt í hesum landi.

Her eru reglur og avtalur, sum skulu haldast, og vil eg tí boðað frá, at um undirtøka er fyri, so taki eg við afturvali.

Páll Danielsen, formaður