Aðalfundur í Pæsastovu 3. mei 2010 kl. 19  

Formannsfrágreiðin 2009/2010

Vælkomin á 5. aðalfund í søgu Leikarafelagsins síðani tað fekk status sum fakfelag.

Vit hava nú arbeitt í eitt ár við okkara nýggja sáttmála. Og ongin ivi er um, at tey sum eru so heppin at verða í arbeiði í tjóðpallinum, hava merkt væl á pengapunginum at vit hava fingið ein frálíkan sáttmála. Bæði hvat viðvíkur løn og pensión.

Vit eru so heppin í LF, at vit hava ein lim, fráfarni formaður, Páll Danielsen, sum ótroyttiliga saman við Kristinu hevur arbeitt og mýkt seg fram til hendan flotta sáttmála sum vit eru so sera fegin um. Og hann gevst ikki har – alt hetta árið hevur hann verið í holt við tryggingarfeløg – og nú fyri stuttari tíð síðani hevur hann fingið forhandla seg fram til eina fína avtalu millum LÍV og limir í LF. Givið er at hetta hevur ikki verið so líkatil, tí vit eru í einum so serligum klassa tá hugsa verður um inntøku. Stóra takk fyri tað Páll.

Hetta árið hevur verið merkt av umrøðu og kjaki um Tjóðpallin og virksemi har.

Hetta kemur sjálvsagt av tí at TP er staðið har yrkisleiklistin og yrkisleikararnir fyrst og frems arbeiða – yrkisleikaranir eru fundamentali parturin undir TP, TP er ikki til uttan okkum. Tað er tí heilt náttúrligt og neyðugt at LF, bæði frøist og er viðurkennandi men eisini torir at seta spurningar og hava eitt kritiskt eygað viðvíkjandi virkseminum á TP.

Enn er ongin ansettir á Tjóðpallinum, og er tað ymiskt hvussu limir okkara verða brúktir har. Sum støðan er nú, kunnu summir av limunum so at siga liva av at vera yrkisleikarar, meðan onnur tíverri als ikki kunnu. Heldur ikki fáa tey ágóðan av betraðu sáttmálunum, t.d. pensiónsuppsparing, betri frítíðarløn og størri ALS útgjald.

Temadagur var í november millum Leiklistaráðið og Leikarafelagið, og var tað eitt gott høvi fyri báðar partar til at skapa forstáðilsi fyri hvørjum øðrum.Í kjalarvørrinum av hesum degi sendi LF nakrar spurningar til Ráðið, sum hava alstóran týdnig fyri okkum, - um vit skulu skilja hvar vit sum einstaklingar standa mótvegis Tjóðpallinum. Har fingu vit eitt greitt svar uppá, at Tjóðpalstjórin ger av hvønn hann brúkar til sínar uppsetingar. Hann er ikki forpliktaður til at brúka ella fordeila brúkið av leikarum. – So vita vit tað. Tó viðmerkir LR í svari sínum, at... 

“Praktiskt og moralskt hevur stjórin vegna TP hinvegin bæði ábyrgd og áhuga í at hava so gott samband við yrkisleikarar og leikhússtarvsfólk....” ( citat endað)

Onnur viðurskifti á Tjóðpallinum eru eisini ofta uppi at venda, t.d.

Vantandi planlegging og PR.

Nevndin sum hevur sitið hetta árið, setti sær fyri at fáa sáttmálar í lag við fleiri almennar stovnar,t.d. í samband við innlesing av ljóðbókum, teknifilmir í SVF.

Talan var fyrst og fremst um upphavsrættindi. Jens Dalsgaard (LISA) er sinnaður at hjálpa við tí juridiska, men tíverri hevur orka ikki verið til hetta arbeiði. Men hetta er framvegis ein átrokandi spurningur.

Eitt annað mál sum nevdin setti sær fyri, var at sjónliggera okkum sjónleikara og virksemi okkara. Práta hevur verið um hetta og nógv góð hugskot hava verið frammi, men tíverri er tað bara blivð til prát. Vónandi fer nýggja nevndin at taka henda tráðin upp.

Okkara samskifti við Norðurlendsku sjónleikarastovnarnar hevur hetta árið verið sera aktivt, takka verið teimum trimum Gunnvá, Maritu og Barbaru, sum hava luttikið á fundum og kunnað LF um virksemið har. Síðsta summar var fundurin hjá Nordisk skuespillerråd hildin í Føroyum, og var tað sera áhugavert og inspirerandi at hitta okkara norðurlendsku kollegar. Vit gingu ein deiligan túr uppum Reynið til Kirkjubøar, og endaðu í Stokkastovuni í Kirkjubø til hugnaliga samveru, mat og drekka.

Síðani limafundin í desember hava vit hildið til í Pæsastovu. Sum umboð í LISA hava vit brúksrætt til hetta hús og tað haldi eg at øll eru glað fyri.

Birita Mohr, form.