Leikarafelag Føroya 

Aðalfundur 3. mai 2010 kl. 19.00 í Pæsastovu: 

Fundarfrágreiðing

Orsakað av, at annar fundur var í Pæsastovu, so var fundurin ikki settur fyrr enn kl. 19.40. 

Møtt vóru: Egi, Beinta, Hans, Barbara, Katarina, Páll, Ria, Súsanna og Laura. 

Fundarskráin var samb. lógini. 

Ad. 1: Val av orðstýrara og skrivara: 

Páll varð valdur til orðstýrara og Laura til skrivara. 

Ad. 2: Frágreiðing formansins um virki felagsins í farna ári: 

Birita hevði forfall, tí las Súsanna formansfrágreiðingina upp. 

Frágreiðingin var sum so góðkend, men viðmerkingar vóru um, at tað t.d. var ynskiligt, at fingið eina meira týðiliga mynd at, hvussu virknir limirnir hava verið, t.d. á Tjóðpallinum v.m. Framhald av hesum kjaki var flutt undir ymiskt. 

Ad. 3: Framløga av roknskapi: 

Páll hevði ikki havt stundir at gera roknskapin lidnan, tí var avrátt at innkalla til eykaaðalfund, í samband við komandi limafund, har roknskapurin verður framlagdur. 

Ad. 4: Val av nevnd: Súsanna stendur fyri vali og ynskir ikki at verða afturvald. Í hennara stað varð Barbara vald.

Ad. 5: Val av tiltakslimi: 

Hans varð valdur til tiltakslim, men við tað, at Birita tekur seg úr nevndini, kemur Hans beinleiðis í nevndina. Vit hava tískil ongan tiltakslim í nevndini hetta árið fram til næsta aðalfund. Um tað koma at standast trupulleikar av hesum, verður neyðugt við eykaaðalfundi, so tær neyðugu lógarbroytingarnar kunnu gerast, so nevndarval kann gerast í úrtíð.

Ad. 6: Val av grannskoðara: Laura stóð fyri vali, og varð afturvald. 

Ad. 7: Val av umboðsráðslimi í LISA: 

Páll og Jenny vóru afturvald. Viðvíkjandi hesum vali var kjakast um, hvørt rætt er, at hetta val er lagt undir aðalfundin, eins og val av umboðum í aðrar nevndir og ráð. Tískil varð nýggju nevndini álagt at fáa fullfíggja yvirlit yvir, nær umboð skulu skiftast út, so tey kunnu veljast á vanligum limafundum. Talan er t.d um umboð í: Lisu, Ráð- gevandi nevndina fyri Norðurlandahúsið, Listaleypin, NTU, NSR og Leiklistaráðið. Viðv. Leiklistaráðnum, so fáa vit boð frá Mentamálaráðnum, tá ið umboð skal veljast har.

Ad. 8: Ásetan av limagjaldi:

Samtykt varð, at limagjaldið verður óbroytt. 

Ad. 9: Ymiskt: 

NTU: Gunnvá fer í barnburðarfarloyvi og tekur seg tí úr nevndini í NTU. Í hennara stað varð Barbara vald. Barbara hevur longu luttikið á fundi fyri Gunnvá. Formannsfrágreiðingin: Hóast formansfrágreiðingin varð samtykt í verðandi líki, so var ynskiligt, at formansfrágreiðingin gav eina meira yvirornaða mynd av virkseminum hjá limunum, t.d. á hvørjum økjum limirnir arbeiða. Hetta var ynskiligt, serliga við atliti til viðmerkingarnar í formansfrágreiðingini frá temadegnum við Leiklistaráðið, um hvussu limirnir í Leikarafelagnum luttaka í leikverkum á Tjóðpallinum. Eisini var ynskiligt at síggja, hvussu limaskarin sær út og møguliga broytist við t.d. limatali, nýggjum- og hvílandi limum. Nýggja nevndin fekk til uppgávu at stinga út í kortið, um hetta skal vera partur av formansfrágreiðingini ella verða eitt slag av kunning á limafundum. 

Tiltøk:

Fleiri uppskot vóru um, at, hóast vit eru eitt fakfelag, so kunnu vit eisini tosa meira um tann listarliga partin, hvat vit kunnu skipa fyri av tiltøkum v.m. Av ítøkiligum uppskotum vóru: Sum eitt trivnaðartiltak at skipa fyri einari ferð (studiu-, mennandi-, fakliga ferð) út í heim at vitja kend sjónleikastøð og síggja leikir, luttaka á skeiðum v.m. T.d. sum eitt listarligt tiltak endurskapað eitt slag av Café List. Fyri at eggja til skrivan av dramatikki, t.d. innan kvøldskúlaskipanina at skipa fyri einum samstarvi millum rithøvundar og sjónleikarar, hvar møguleiki er at royna tekstirnar, so hvørt teir verða skrivaðir. Ymiskt var práta aftur og fram um hetta, sum má takast upp aftur á komandi limafundum. Fundur lokin kl. 20.45. 

Laura Joensen