Leikarafelag Føroya

Aðalfundur 07.06.2011 • Formansfráðgreiðing

Vælkomin á 6. aðalfundin í fakfelagnum Leikarafelag Føroya.

Týdningarmiklar hendingar í farna ári 

Av evnum, sum hava beinleiðis við okkum sjónleikarar at gera, eru hølisviðurskiftini hjá Tjóðpalli Føroya tað, sum fyllir mestpolitiskt og í samfelagnum sumheild. Mentamálaráðið hevur endiliga melda út, at hetta er ein prioritetur, og er farið undir at fyrireika eina byggiverkætlan. Sum tit vita, tekur hetta sína tíð. Tað er í stóran mun nú fráfarna leiklistaráðið sum saman við tjóðpalsstjóranum hevur arbeitt fyri at fáa gongd á hetta málið. Leikarafelagið hevur bara kunnað MMR um, at vit sjálvandi eru fegin um, at okkurt endiliga hendur, og eisini um, at vit vóru jaliga stillað yvirfyri ætlanini at umbyggja gamla bakaríið í Tórsgøtu til tjóðpall. Nú fáa vit at síggja, hvussu leikur fer. Tað tykist sum at fyri okkum leikarar er innihaldið í tjóðleikhúsinum av størri týdningi enn karmarnir. Í øllum førum hava vit tosað meira um hetta í farna ári.

Herfyri var nýtt leiklistaráð valt. Okkara umboð er nú Páll Danielsen, sum avloysti Lauru Joensen. Vónandi kunnu vit í heyst halda ein sonevndan “temadag” saman við hesum nýggja leiklistaráðnum. Seinast vit høvdu eitt tílíkt tiltak, komu vit nógv longri ávegis at bøta um arbeiðsumstøðurnar á tjóðpallinum. Vit byrjaðu at gera meira vart við okkara ónøgd og ynski, og fleiri stig eru tikin fyri at ganga okkum á møti. Vit hava nú eitt listarligt ráð, ið er við til at leggja repertoire á tjóðpallinum, heimasíðan hjá tjóðpallinum er farin at virka eitt sindur betri og eftir fleiri áheitanir eru nú summi av okkum ið hava fingið skrivligar fyrispurningar um luttøku í leikverkum, í góðari tíð. Enn er tó langt eftir á mál, og tað er mítt ynski at arbeiða víðari við øllum hesum hetta komandi árið.

Limir og virksemi

Leikarafelagið hevur nú 14 limir og 8 hvílandi limir. Hetta seinasta árið hava vit verið virkin á tjóðpallinum, í Kringvarpinum, sum undirhaldarar, lærarar, skeiðshaldarar, sjónleikarar, leikstjórar og rithøvundar. Ikki minst hava fleiri okkara verið íverksetarar og framleiðarar av egnum leikverkætlanum og tiltøkum. Tíverri datt ætlanin um at fáa Nadine George aftur hendanvegin at halda skeið niðurfyri í fjør. Í ár skal tað vera.

Andin í felagnum / samstarv

Tað er mín fatan, at hetta farna árið hevur verið merkt av persónligum undirskoti millum limirnar. Tónin til fundir er ikki altíð so jaligur og fleiri av teldubrøvunum eg havi móttikið frá limum hava verið ákærandi og sera óbehagilig at fáa. Eg skjóti tí upp, at vit øll frá nú av strika tað farna og leggja okkum eftir at gera hetta felagið til ein stuðul fyri limirnar, heldur enn eitt stað at savnast um okkara ónøgd. Latið okkum saman arbeiða við konkretum loysnum uppá trupulleikar og annars brúka meira tíð uppá tað, sum savnar okkum, leiklistina. Hetta er avgjørt av týdningi fyri okkum øll, sum annars eru so spjadd, við tað at ongin starvast fast á tjóðpallinum, og at vit altíð eru ymsastaðni, ymiskar tíðir í ymiskum verkætlanum

Luttøka í norðurlendskum samstarvi

Onki virksemi hevur verið í NTU síðan seinasta vár, men vit finna vónandi onkran ið kann umboða okkum framyvir. Formanskapurin er nú fluttur úr Svøríki til Íslands og telefonfundur verður í næstum.

Vit hava verið so heppin, at Marita Dalsgarð hevur fingið luttikið á NSR fundum í Danmark.

Enn er ongin loysn funnin á trupulleikan við at fíggja okkara luttøku.

Uppgávur hjá nevndini

Summar uppgávur, sum hendan og fyrrverandi nevndir hava sett sær fyri at loysa, eru komnar nærri málinum. Vit hava gjørt okkum eitt yvirlit yvir, nær umboð skulu veljast í ymisk ráð og nevndir, og verður hetta handað nýggju nevndini. Tíverri hevði sjúka hjá formanninum við sær, at vit allíkavæl, sum vant, vóru í seinna lagi at tilnevna til leiklistaráðið. Aftur kom hetta óvart á okkum. Eg umberi.

Ein onnur uppgáva, sum nógv hevur verið tosað um, er sjónliggeran av okkum limum og felagnum. Vit hava ikki havt orku til hetta, so tað er bara at fara í gongd.

Framtíðarætlanir / broytt fundarvirksemi

Eg havi eitt hjartabarn, sum eg ætli mær at taka mær av hetta komandi árið, eg skal sita sum nevndarlimur. Tað er ætlanin um eina námsferð fyri aktivu limir felagsins. Eg fari nú frá sum formaður og ætli mær at arbeiða málrættað við at planleggja og søkja fígging. Ferðin verður væntandi komandi vár. Nærri kunning um hetta fer at koma so við og við.

Annars hevur nevndin snikkað eitt uppskot saman, um at broyta mannagongdirnar við limafundum. Vit halda, at eitt so lítið fakfelag ikki hevur tørv á fundi hvønn mánaða. Tað, ið limirnir eftirlýsa er høvi at hittast og tosa um fakliga, listarliga relevant evni. At savnast og stuðla hvørjum øðrum. Hetta uppskot verður lagt fyri limirnar, og vónandi kann hetta byggja uppundir eitt mennandi komandi ár fyri Leikarafelag Føroya.

Barbara Christophersen