Formansfrágreiðing

Aðalfundur Leikarafelagsins 22. mai 2012

Góðu limir í Leikarafelag Føroya

Vælkomin á aðalfund, hin 7. hjá felagnum.

Virkið felagsins farna árið. 

Tá nevndin hevði sín fyrsta nevndarfund eftir seinasta aðalfund skipaði nevndin seg, soleiðis at Gunnvá gjørdist forkinna, Páll kassameistari og Barbara nevndarlimur.

Tað fyrsta, nevndin gjørdi var at leggja eina skrá fyri 1. hálvu av skeiðnum. Seinasta nevndin áðrenn aðalfundin í fjør hevði stungið út í korti eina ætlan um at hava færri vanligar limafundir, men ístaðin hava nakrar sokallaðar `Kaffifundir` har vit taka eitt ávíst evni upp til viðgerðar. Ein roynd at koma meira í dýpdina við ávísum evnum. 

Lagt var út við `Kaffifundi` á heysti 2011. Vit høvdu ein fund saman við Jenny, tjóðpalsstjóranum, har hon greiddi frá um komandi leikár og um møguligar ætlanir við framtíðar leikverkum. Eini 2 føroysk leikverk eru við at búnast, sum møguliga verða sett á leikskánna hjá Tjóðpallinumseinni. Listaráðið hjá tjóðpallinum, har Gunnvá, Birita og Hans hava verið við, hevur havt nakrar fundir saman við tjóðpalsstjóranum, og greitt varð frá ymsum leikum, sum hesi hava lisið og umhugsað. Tó skal viðmerkjast at listarliga ráðið ikki hevur havt aðrar fundir síðani síðsta vár/summar. Kanska skulu vit skumpa uppundir at hetta ráð ikki fellur heilt burtur. 

Eisini var ogn hjá Leikarafelagnum tikið til viðgerðar á kaffifundi. Altso peningur, - t.e.einamest frá limagjøldum - sum stendur á bók. Hvat skal hann nýtast til? Og skal hann nýtast í heila tikið? Nøkur beinleiðis niðurstøða er ikki fest um hendan spurning enn. Tó eru onkrir útreiðslupostar, sum vit ikki at sleppa undan, eitt nú heimasíðan, limaskapur í LISA, umframt at vit framhaldandi vilja verða umboðað í norðurlendskum høpi, bæði í Nordisk Teater Union (NTU) og Nordisk Skuespiller Råd. Til hetta krevst nakað av ferðing og gisting og hava vit frammanundan verið so heppin, at vit hava fingið fullan stuðul til hetta frá eitt nú NTU, umframt Dansk Skuespiller Forbund. Spurningurin er bara, hvussu leingi vit kunnu verða við av teirra náði – tá kassarnir eru tómir nógvastaðni. Eitt nú hava vit fíggja ferðirnar til NTU síðani 2010, tá NTU ikki longur hevur pening til taks á bók, síðani limagjaldið til hendan felagsskap varð tikin av fyri nøkrum árum síðani. Hesar ferðir eru stuðlaðar av Mentanargrunni Landsins. Meira um NTU seinni. 

Tó hevur nevndin tikið sær heimild til at ráða yvir ognum felagsins. Og kann eg siga, at sitandi nevnd hevur valt at fara hóvliga fram við nýtslu av felagsins ognum. Vit hava sett ta mál, at felagið sum minsta mark altíð skal eiga millum 80.000 og 100.000 kr. á bók. Tó vilja vit royna at stuðla uppundir, at limir felagsins skipa fyri skeiðum til gagns fyri allar limir. Tó havast skal í huga at skjótt er at `brenna bróðurpartin` at allari ognini burtur upp á stutta tíð um ognin bert verður nýtt til skeiðvirksemi. 

Vit mæla ikki til í verandi løtu, at festa avgerðir um nýtslu av ognum felagsins á eitt nú viðtøkunum fyri felagi, tá vit meta, at hetta evni eigur at verða til framhaldandi viðgerð.

Onkrir kaffifundir vóru avlýstir, vegna tíðartrot í sambandi við eina leikuppsetan á Tjóðpallinum. Hetta var við leikstjóranum Kim Dambæk, sum leikstjórnaði ”Reinsan”. Evnið var nettupp leikstjórn. Men vóna vit, at hetta evni kann takast upp aftur onkra aðru ferð. Kanska í sambandi við at onkur spennandi leikstjóri vitjar ellar virkar her um leiðir.

Nevndin setti seg eisini í samband við Íverksetarahúsið í Klaksvík um at halda ein temadag fyri limum okkara. Rani Nolsøe leiðari var til dystin fús. Undirritaða setti seg í samband við Tjóðpallin, um tey vóru áhugað at verða við. Og tað vóru tey – somikið at tjóðpallurin var sinnaður at fíggja hendan dag, soleiðis at tað gjørdist ein felags starvfólkadagur fyri limir í LF, umframt øll starvsfólk á Tjóðpallinum. Haldið eg kann siga, at hesin dagur var sera væleyðnaður, hóast evnið var rúgvusmikið og kanska heldur `trongt` at smoyggja niður yvir einans ein dag. Sjálv haldi eg, at evni, sum vóru frammi, eitt nú tað at fyriskipa sína egnu fyritøku og tað at kortleggja sínar dygdir og førleikar vóru viðkomandi fyri okkum, sum í stóran mun eru stjórar í okkara egnu fyritøku, t.e. Okkum sjálvi. Harumframt var eitt stórt og stuttligt upplegg gjørt í bólkum um, hvussu vit skapa ein tjóðpall – eitt altjóða leikhús – sum gav okkum nógvar jaligar tankar, hugskot og íblástur. Tá dagurin var liðin, var frammi um at hava ein framhaldandi dag av hesum slag. Kanska nakað til komandi leikár? At hava ein felags starvsfólkadag við øllum leikhússtarvsfólkum uttanfyri eina vanliga leikframleiðslu haldi eg verða sera gagnligt og jaligt fyri okkum øll. Og er við at íbirta arðar tankar og felagsskap, sum ikki altíð hava møguleika at spíra, tá arbeitt verður við leikverkum. 

Jóladøgurði varð hildin aftaná. So alt í alt ein fínur dagur. Sum vónandi kunnu gerast fleiri av slíkum slag framyvir.

Várhálvan hevur ikki verið so virkin. Viðgangi. Onkrir fundir avlýstir. Nevndarvirksemi hevur heldur ikki verið so virkið, hetta orsakað av eitt nú sjúku og ovurarbeiði annars hjá nevndarlimum.

Ein kaffifundur hevur tó verið við evninum: Fráboðanir í sambandi við arbeiði á Tjóðpallinum.

Ein eftirmeting av málum, sum Leikarafelagið saman við Leiklistaráðinum áður hevur sett, um tað at fáa skrivligar fráboðanir um starv í góðari tíð. Hetta var IKKI ein listarlig eftirmeting ella vurdering, einans tankar í sambandi við sjálva framleiðsluna og starvsetanina.

Hvussu hevur hetta gingist? Við at fara ígjøgnum leikir í farna leikárið kom fram, at hetta hevur gingið hampuliga væl. Í flestu førum. Og at leikskráin hjá Tjóðpallnum verður løgd fram í góðari tíð. Tó tykist sum onkrar leikuppsetinir hava størri prioritet enn aðrar. Onkur nevndi sum eitt slag av A-framleiðslum og B-framleiðslum. Mett varð á fundinum at eitt hugskot er, at nevndin tekur ein fund við Tjóðpallin um eftirmeting av starvssetanum, tá leikárið er um at halla. Soleiðis at vit kunnu gevur hvørjum øðrum feedback um framleiðslurnar, hvat hevur halta hjá okkara limum at yvirhildið og hvat haltar hjá Tjóðpallinum at yvirhalda. Til gagns fyri okkum øll.

Fyri at avslutta hetta um limafundir og kaffifundir, so meti eg, at hetta er ein góður leistur. Og vil eg heita á limirnar um at koma við evnum til kaffifundir. Sum áður sagt, hetta kann verða alt frá at síggja ein film saman til at kjaka mentanarpolitikk og list í heili takið.

Tó er tað er ein sannroynd, at tað eru tíðarbil, tá vit øll eru sera upptikin, eisini um kvøldarnar. So stundirnar til limafundir alla vetrahálvuna eru ikki altíð til vildar. At so er mugu vit bara góðtaka.

Skeið

Nadine Georg kom aftur í heyst. Hesa ferð var bert stundir til 1 viku við henni. Men sum altíð var tað ein góð saltvatnsinnspræning hjá teimum, sum luttóku.

Mentanarpolitiska landslagið.

Val var í oktober. Nýggj samgonga. Nýggjur mentamálaráðharri. Nógv rumbul millum partar á arbeiðsmarknaðnaðinum. Mótmælisgongur. Verkfall. Nógvur ótryggleiki á nógvum økjum í samfelagnum eftir at nýggja samgongan er farin til verka.

Leikarafelagið varð boðið við til nógvar fundir saman við øðrum fakfeløgum í landinum. Hóast nevndin ikki hevur fingið luttikið á øllum fundum, hava vit verið við til átøk, sum verið hava. Millum annað mótmælisgonguna á Vaglinum í desember ”Hertak Vaglið” og stuðla uppundir verkfallið hjá Pedagogunum.

Vit ætlaðu at verða við í stuðulsverkfalli av áðurnevnda fakfelag, men fingu harraboð frá Fíggjarmálaráðnum, um at tá vit ikki hava sáttmálar við hvørki Fíggjarmálaráðið ella Komunala arbeiðsgevarafelagið, hava vit tískil ikki loyvi at fara í verkfall. Rætt er at vit hava ikki sáttmála, ”bert” avtalu. Og við ráðlegging við Mikeal Waldorf frá DSF mælti hann okkum frá at fara beinleiðis í verkfall, bert lýsa við okkara stuðli á annan hátt. Og vit so gjørdu. Tíðindaskriv varð sent út at fakfelagið hjá yrkissjónleikarum í Føroyum stuðla Pedagogfelagnum... og 2 minuttir eftir stóð hetta á portal.fo og á øðrum portalum. Við nógvum viðmerkingum. Ikki bara jaligum, onkur heldur forhánisligum innímillum. Men poengið er, at vit sku vóru sjónlig í øllum meldrinum. Og hóast vit eru fá – so eru vit kná – og kunnu vit kanska ditta okkum at siga: Ein ikki sørt vigandi bólkur í samfelagunum. Vit kunnu kanska enntá breggja okkum av, at vit eru ikki `hvør sum helst`. Í øllum førum sigur tað okkum, at vit veruliga eru eitt fakfelag, har hvør einasti limur – við sínum andliti – er eitt slag av `brandi` Í øllum føri meira enn onnur fakfeløg, har mann kanska heldur er ein í fjøldini, eitt limatal heldur enn ein persónur. Vil eg líka nevna hetta, bert fyri at taka fram at vit ikki eiga at goyma okkum burtur, og halda at vit eru so fá og gera lítlan mun. Hetta stuðlar eisini uppundir eitt mál, sum leikarafelagið setti sær fyri nøkrum árum síðani: At gerast ein stætt í Føroyum – leiklistafólk!!

Á mentanarpolitiska økinum er kanska ongantíð daprari enn áður. Í samgonguskjalinum stendur lítið og onki um ítøkiligan mentanarpolitik. Onkur nevndi at nakrar fáa linjur vóru copy – og pastaðar frá onkrum øðrum samgonguskjali.

Ætlanin um nýggjan Tjóðpall er skúgvað langt inn í framtíðina, fyribils fram til 2016. Hvat gjørt verður við ta arbeiði, sum bygginevndin fyri nýggjan Tjóðpall legði fram í áliti í fjør er óvist, helst parkerað í nøkur ár. Mentamálaráðharrin Bjørn Kalsø boðaði herfyri frá í fjølmiðlunum, at nevnd skal setast til at kanna og koma við álitið um tørv um nýggjan tjóðpall. Ljóðar fyri mær, sum um alt arbeiðið skal gerast av nýggjum? Og peningur nýtast til sama arbeiði? Fyribils er ikki sett ein króna til framhaldandi arbeiði hjá hvørki fyrru bygginevnd ella eini nýggjari.

Hóast føroya fólk nú veit eitt sindur meira um hølisviðurskiftini hjá tjóðpallinum, aftaná at Sonne Smith skrivaði eina grein um tað herfyri, so vóru orðini hjá nýsetta Mentamálaráðharranum aftaná eina rundvísing í heyst: ”Ju, jú her sær bara fínt út!” 

So daprar tíðir fyri ætlanini um nýggjan Tjóðpall.

LISA hevur síðani 2008 verið við í eini tilgongd at umskipað Mentanargrunnin og stuðusskipanir til mentan og list undir Mentamálaráðnum. Hetta var ein tilgongd sum távarandi mentamálaráðharrin Helena D. Á Neystabø setti ígongd. Eitt uppskot varð klárt at bera fram fyri Tingið, tá val varð útskrivað í heyst. Lógaruppskotið hevur verið til hoyringar hjá limafeløgunum, eisini hjá LF. Og hóast vit ikki høvdu so nógvar viðmerkingar, so hava vit kortini boða frá, at vit stuðla uppundir at Mentanargrunnurin fær fleiri kontur undir MMR at umsita. Kontoini ”Stuðul til yrkisleiklist” varð ikki nevnt í hesum lógaruppskotið og vóna og vænta vit, at hendan stuðulsskipan ”fær frið” at virka undir verandi leisti. Tí, sum vit eisini hava viðmerkt til LISA, so er yrkissjónleikur ein listagrein við høgum kostnaði, tá tað er ein kollektiv listagrein, har nógvir partar arbeiða saman. Og tískil í eini serstøðu. Hvat blívur av hesum lógaruppskotið vita vit ikki reiðiliga.

Limir felagsins - status

Í løtuni eru vit 13 A-limir: Hesi eru Laura Joensen, Kári Øster, Birita Mohr, Súsanna Tórgarð, Høgni Johansen, Ria Tórgarð, Páll Danielsen, Katarina Nolsøe, Hans Tórgarð, Bárður Persson, Barbara Christophersen, Gunnvá Zacharisen. 1 B-limur: Hjálmar Dam. Og eini 8 hvílandi limir: Kristina O. Sørensen, Eyðun Johannessen, Marita Dalsgaard, Annika Johannessen, Annfinnur Heinesen, Kristina S. Hansen, Beinta Clothier, Sofía Nolsøe. Viðvíkjandi hvílandi limum hevur opinbart verið ein óvissa, um har er nakað limagjald. Tað er ikki fest í viðtøkunum, og tískil kemur tað eisini upp sum pkt. til lógarbroytingar í dag. Altso 22 limir íalt.

Hvussu stendur til við limum okkara? Er Leikarafelagið eitt felag, sum vit leiklistafólk eru ein nattúrligur partur av? Hvussu er samskiftið í felagnum? Fáa tit altíð boð frá nevndini? Nýta tit heimasíðuna til nakað? Hvat kann gerast betur? Hvat fær man burtur úr at verða limur í Leikarafelag Føroya? Hetta eru tankar, sum eg kundi hugsa mær, at vit mólu eitt vet rundan um í framtíðini.

Nevndin hevði tankar frammi um at royna at fáa fatur á fleiri yrkisleiklistafólki – bæði teimum, sum lúka treytirnar um A-limaskap (altso fólk við útbúgving) og onnur. Undirritaða hevur sent kunnandi teldubrøv út til nógv føroysk leiklistafólk, einamest fólk sum búgva og virka uttanlands – men sum kundi verið goð at fingið við í okkara felag. Kanska netupp tí at tey búgva uttanlands og kanska ikki síggja `fidusin` við at verða við í einum føroyskum leikarafelagi, er ringt at fáa tey at melda aftur. Men tó so - onkur er. Ein nýggjur hvílandi limur er komin: Sofía Nolsoe, sum býr í Dk. Umframt ein nýggjan B-lim: Hjálmar Dam. Vit ynskja teimum vælkomin í felagi.

Undirritaði hevur eisini sett seg í samband við leikhússtarvsfólk her heima. Og havi eg eisini fingið onkrar fyrispurningar um limaskap, har vit bara bíða eftir umsøknunum. Og ein umsókn er júst innkomin, sum bert bíðar eftir viðgerð av nevndini.

Aftur til spurningin um limaskap í LF. Eiga vit at hugsa størri og fáa fleiri leiklistafólk við – eitt nú dansarar? Og møguliga sangarar? Hvat við øllum teknikarunum og handverkarum, sum virka á leikhúsøkinum? Skulu tey ikki sjálvsagt við? Í viðtøkunum stendur jú, at vit eru eitt felag fyri sjónleikarar og onnur leikhússtarvsfólk. Verður tað størri dynamikkur í okkara lítla limaskara, um vit bjóða aðrar bólkar at verða við? Eg meti ja. Og eg meti tað verða ein jaliga tilgongd. Vit vita, at ein stór tilgongd er millum ung fólk til at søkja sær yrkisleið innan leiklist. Skulu vit ikki lata upp fyri hesum? Og verða tað netverki, tey natúrliga leita sær til, tá tey møguliga koma aftur hendanvegin at virka? Eitt nú hevur DSF ein E-limaskap, sum eru næmingar á góðkendum leiklistaskúlum. Ein táttur hjá okkum at taka upp?

Virkið og arbeiðslív hjá limum.

Høvuðsvinnan er sjónleikur. At spæla sjónleik á palli. Men umframt at verða við í leikum á palli arbeiða limir leikarafelagsins innan eina rúgvu av øðrum økjum innan leiklist og aðrar kreativar vinnur. Fyri at nevna okkurt: – skriva, gera undirhald, framleiða leikir í egnum navni, egnum bólki, framleiða sjónvarp, leggja røddir til teknifilmar, lesa ljóðbøkur, lesa tekstir í útvarpi og sjónvarpi, lesa upp live, frásøgufólk, týða, sita í ymiskum mentanarnevndum, leikstjórna, smíðja pall, handverk av ymsum slag, ferðaleiðarar, fyriskipað mentanartiltøk, undirvísa (drama, rødd og rørslu, poetry slam, viewpoints, improvisation, framberarhátti, samskifti omø.), leika í filmum og Kringvarpsendingum, ressarar og røðarar á Vaglinum - havi sikkurt gloymt okkurt. Men hetta vísir eina stóra vídd í okkara arbeiðsøki og okkara førleika.

Tó eru arbeiðsboð ikki altíð eftir okkum á teimum leiklistarligu økjunum alt árið – soleiðis at allir limir hava heil ársverk við leiklistarligum uppgávum – sum ynskiligt hevði verið.
Tjóðpallurin, sum er okkara størsta almenna arbeiðspláss hevur ikki fíggjarkarmar til at seta allar limir í starv.

Tískil eru fleiri limir noyddir at verða stóran part av árinum í ALS skipanini við størri og smærri uppgávum inn í millum, ella arbeiða á økjum uttan fyri okkara fak.
Somuleiðis er býtið eisini sera ymiskt millum leikarar – summi hava nógv at gera, summi lítið.

Lívið sum freelance sjónleikari er mangan knortlut. Tað nýtist mær ikki at fortelja tykkum. Arbeiðslívið er eitt stórt putlispæl at seta saman mánað eftir mánað, ár eftir ár.
Undirritaða arbeiðir í løtuni við einum spurnarblaði til limirnar, eini kanning, har vit kunnu gera okkum eina meira ítøkiliga mynd av, hvat limirnir fáast við, hvussu stóran part av árinum fer við at arbeiða við okkara kjarnuøki og hvussu nógv er í arbeiðsloysi. Umframt aðrar spurningar. Ætli at fáa hetta út til limirnar sum skjótast.

Dubbing viðurskifti

Eitt mál, sum mangan hevur verið havt frammi er dubbing í Kringvarp Føroya. Vit eiga at endurskoða avtaluna um samsýningar, tá vit leggja røddir til eitt nú teknifilmar. Umframt at hyggja nærri eftir og fáa eina avtalu í lag við endursendingum. Vit vita øl, at okkara røddir verða nýttar umaftur og umaftur í endaleysum endursendingum uttan at vit fáa eitt oyra fyri tað. Umframt ta tilfari, sum nógvir limir hava skapað til sendingar (týðingar, sangir o.a.), sum tey áttu at havt uppihaldsrættindi og uppihaldssamsýningar (royalty) fyri. Súsanna hevur biðið um viðmerking til hetta mál seinni í dag. Og kemur tað undir Ymiskt.

Frá Páll (sum er starvssettur Kringvarpinum) eru boðini frá Kringvarpinum, at vælvilji og áhugi er at fáa verandi avtalu, sum vit hava við Tjóðpall Føroya eisini at galda fyri Kringvarp Føroya.
Hvat hetta ítøkiliga merkir, má komandi nevnd veruliga seta seg niður og viðgera. Ongantíð ov skjótt.

So eg meti, at dubbing spurningurin er ein stórur arbeiðssetningur, sum nevndin skal í holt við í næstum. Og taka tey atlit og avtalur við í samráðingum, sum leikarafeløgini í hinum Norðanlondunum hava á hesum øki.

Stórt kjak um nettupp dubbing hevur verið frammi hjá Nordisk Skuespiller Råd fyri stuttum. Og eiga vit at fylgja gjølla við, hvat niðurstøður og takstir og avtalir tey gera har.

Sum eg dugi at síggja eru tað við 2 mótpørtum vit skulu fáa avtalu við:

1.Fáa avtalu í lag millum Leikarafelagið og Felagið Ljóðbøkur

2.Fáa avtalu í lag millum Leikarafelagið og Kringvarp Føroya.

Í hesum avtalum skal lønartalva gerast, avtala um endursendingar, avtala um útgevan (fløgur, dvd) og orðing um framhaldandi endurskoðan (kanska 4. el. 5. hvørt ár). Og so skulu vit finna ein leist, hvussu hetta arbeiði skal skipast og formidlast.

Leikarafelagið – eitt casting bureau?

Hetta leiðir meg víðari til ein tanka, sum onkuntíð hevur verið uppi at venda, og sum spøkir aftur í mínum høvdið. Skulu vit í størri mun promovera okkum sum eitt agentbureau fyri føroyskar yrkissjónleikarar? Tá taka vit ein annan hatt á okkum enn einans at verða eitt yrkisfelag, eitt fakfelag. Men tá vit nú eru so fá? Vit hava jú eisini sett okkum fyri at verða meira sjónlig í samfelagnum. At tað er Leikarafelag Føroya, sum framleiðarar leita til, tá tey sóknast eftir leikararum, røddum, samstarvspartnarum. Vit hava eitt nú dømi um fleiri filmslið, sum koma hendan vegin at filma og framleiða. Fleir av okkara limum gerast mangan samstarvspartnarar – hvat er gleðiligt. Tí hettar skapar arbeiði og kontaktir, sum jú er altavgerandi í okkara bransju. Leikarafelagið kundi kanska gjørt ein portal, har limir okkara verða eksoneraðir og har møguligir arbeiðsgevarar leita sær til. Eg viðgangi, at eg eri eitt sindur íblást av einum tiltaki, sum DSF hevur gjørt, sum er ein heimsíða, sum kallast www.jobscenen.dk – hetta er ein portalur, sum formidlar og samlar jobb til listafólk og kreativ skapandi. Leiklistafólk kunnu leggja teirra vangamyndir út, umframt at fyritøkur kunnu seta arbeiðslýsingar upp og annars leita eftir kreativum fólki. Hetta er ein portalur, sum er nakað væl størri enn tað okkara egna heimasíða megnar. Avgjørt nakað, sum eg vil heita á limirnar um at hyggja framvið: www.jobscenen.dk

Kanska kunnu vit enntá fara í samstarv við ALS um at útbyggja ein slíkan portal, fyri ikki at tala um onnur yrkisfeløg innan list, eitt nú limafeløguni hjá LISA

Húsið hjá LISA – Pæsastova.

Tórshavnar Kommuna, sum eigur Pæsastovu, hevur ætlanir um ymiskt annað virksemi í húsinum. Tískil er leigusáttmálin við LISA uppsagdur frá 1. januar 2013.

Sambært formansfrágreiðing frá seinsta aðalfundi hjá LISA verður leitað eftir øðrum stað at hava virksemi í – bæði hjá LISA og limafeløgum tess. Húsið á Lutzenstrøð, har NÁM heldur til hevur verið upp á tal. Men fyribils sleppa vit at verða í Pæsastovu fram til ársskiftið.

Sjálv haldi eg, at tað kundi verið áhugavert, um LISA fekk eina skrivstovu, har øll limafeløgini kunnu virka. Eitt stað har eitt veruligt umhvørvi kann koma burturúr. Sum kann geva møguleika at vit hittast tvørtur um listagreinarnar, til íblástur, sparring og gjarna eisini samstarv. Eitt stað, har vit kunnu fremja verkætlanir, hava felags kopimaskinu, kaffimaskinu, internet, selja atgongumerki og hvørt av sínum. Og har mann veruliga kann nýta førleikarnar hjá hvørjum øðrum.

Fráfarandi formaðurin í LISA, Oddfríður M. Rasmussen eftirlýsti eitt javnt og gott samskifti við limafeløgini í LISA. Flestu feløg hava lítla og onga orku til felagsarbeiði. Um vit høvdu eitt felags stað gerst tað lættari at samskifta og møta hvørjum øðrum andlit til andlits. Um ikki annað eitt felags stað har kaffi altíð er á kannini og allir limir kunnu støkka inn á gólvið. So eg vil eftir førimuni virka fyri at Leikarafelagið hevur størri opinleika og samskiftið við nýggju nevndina í LISA og feløg tess.

Nordic Drama Train.

Nordisk Teater Union letur annaðhvørt ár norðurlendska dramatikara virðislønina. Í ár verður hendan skipað øðrvísi. Kjartan Hansen, sum er okkara umboð í NTU hevur kunnað okkum um hendan nýggja leistin. Í stuttum verður virðislønin nú skipað soleiðis, at øll innstillaðu nøvnini fáa høvi at promoverað síni leikrit í eini norðurlendskari rundferð, har tey ferðast runt og har leikir teirra verða framførdir sum readings í hvørjum landi. Hendan rundferð kallast Nordic Drama Train. Tvs. at hvørt landi sær týðir leikritini og skipar fyri readings festivali í sínum landi, gjarna í sambandi við annan listafestival á staðnum. Nordic Drama Train verður skotið avstað fyrstu ferð í Reykjavík í døgunum 23. -26. august í ár á sonevnda Nordic Performing Arts Days, sum umframt readings hevur 2 lokalar festivalar við, umframt verkstovur við navnframum altjóða leiklistafólkum.

Spurningurin um, hvussu Leikarafelagið kann verða við í hesum drama toki varð havdur frammi á fundi í februar í ár. Fundurin samtykti, at vit skulu stremba eftir verða við, hóast vit ikki hava innstillað nakað føroyskt leikrit. Ein stýrisbólkur varð settur við Kjartan Hansen, Beintu Clothier (sum síðani hevur borið seg undan av persónligum ávum), og við Barbaru Christophersen sum eitt slag av samskipara. Harumframt hava vit heitt á dramturgilesandi Birnu Heinesen og Rakul Thomsen at verða við í stýrisbólkinum. Hesar báðar hava góðar og drúgvar royndir við at fyriskipað tiltakið Ung í Føroyum og NUTU summarlegur. Undirritaða er eisini við onkusvegna á síðulinjuni. Hvussu fyrireikingar til hetta tiltak gongur, veit eg ikki, uttan at tíðarskeiðið er sett til februar 2013.

Drúgvar fyrireikingar skulu sjálvsagt til: týðing av leikverkum, samskipan av readings, leikstjórar finnast og leikarar, høli til sýningar, pr. o.m.a Eitt tiltak, sum allarhelst fer at includerað allar limir Leikarafelagsins. Her og nú er tað at finna fígging til festivalin.

Útveljan av føroyskari innstilling til norðurlendsku leikritavirðislønina.

Eg meti, at tað er av alstórum týðningi, at vit ongantíð ov skjótt gera eina sjálvstøðuga úrvalsnevnd. Havi skotið hetta upp áður – í 2010 og 2011. Nú er tað ov tilvildarliga, at limir í Leikarfelagnum viðgera hendan spurning. Og eg haldi, at vit eru nærum øll meira ella minni eru ógegnig. Mítt boð er, at vit hava eina sjálvstøðuga úrvalsnevnd, sum sjálvsagt hevur umboðan úr Leikarafelagnum, umframt eisini fakfólki úr øðrum listaøkjum og listarligum stovnum. Kanska er hetta eitt ítøkilig mál, sum LISA kann samstarva um, tvørtur um limafeløgini. Hjálagt havi eg eitt uppskot, sum eg kundi hugsað mær, var viðgjørt á limafundum í næstum. Fyribils fáa øll uppskotið til at lesa.

Norðurlendsk Drama Databasa.

Ein norðurlendsk drama database verður gjørd. Stigtakari er Dansk Dramtiker Forbund. Umboð hevur verið her fyri stuttum at greiða frá. Tey vilja fegin hava føroysk leikverk við í databasan, sum ítøkiliga verður ein brúkaraportalur á netinum. Tey hava hitt onkrar av okkaru limum, umframt limir í Rithøvundafelagnum. Hjálagt havi eg teirra lýsing av verkætlanini.

Samanumtikið

hevur árið fyri undirritaða verið sera sperla við leikarauppgávum. Hetta er sjálvsagt gott fyri meg persónliga, men hevur hetta minka um orkuna til nevndararbeiði í Leikarafelagnum. Eg vil boða frá, at tað er møguligt -bert møguligt enn! - at undirritaða fer av landinum komandi leikaár. Og tískil ikki kann virka optimalt sum forkvinna. Tískil vil eg heita á tann, sum verður tiltakslimur, um at møguliga taka við mínum sessi í nevndini. Men hetta er ikki heilt sikkurt enn. So tískil er hetta fyribils bert eitt ’kanska’. Vil eg bara upplýsa aðalfundin um tað.

Eg vóni, at hóast karmar fyri Tjóðpallin og fyri øðrum leiklistarligum virksemi ikki eru øktar, betraðar ella hækkaðar, at vit øll royna at halda út, verða við gott mót, verða djørv og at vit ikki lata tálmandi og køvandi politiska landslagi skerja okkara listarligu veingir. Eg eri full av beundran OG undran yvir tað tilfeingið okkara limir hava sum listafólk og yvir ta rásarúm, vit breiða okkum yvir og ta høga listarliga støði, sum vit leggja í okkara leiklutir. Bæði teir leiklutir vit hava á palli og teir leiklutir, vit átaka okkum á so nógvum øðrum økjum. Vit hava sku onki at skammast!!

Ummæli í fjølmiðlum og bloggum siga tað, áskoðarar á gøtuni siga tað, børn úti á skúlunum siga tað, luttakarar á okkara skeiðum siga tað, hyggjarar og lurtara í kringvarpinum siga tað: 

”Halt kipp tit duga væl!!!”

So minnist til tað kæru limir: Tit duga óluksáliga væl!!

Takk fyri

Gunnvá Zachariasen

forkvinna