Forkvinnu frágreiðing 2012-2013 Aðalfundur hjá Leikarafelag Føroya (LF) 3. august 2013

Góðu limir.

Fyrst fari eg at bjóða Vár Berghamar Jacobsen vera vælkomna í felagið. Umframt vælkomin øll tit møttu - limir og ikki-limir. Leikarafelagið innkallaði til aðalfund 7. Mei 2013, men vegna væntandi uppmøting (minni enn helvt av limaskara) varð fundurin ikki viðtøkuførur og varð harvið avlýstur. Tískil verður hendan ársfrágreiðinginog í høvuðsheitum tann sama sum í mei – við smáum broytingum.

Í høvuðsheitum hevur árið 2012-13 verið merkt av sera sporadiskum virksemi fyri Leikarafelag Føroya. Fáir fundir hava verið og hava teir ikki verið væl møttir. Okkurt hevur við tað at gera, at kunningin um fundir hevur verið misjøvn og tað liggur á forkvinnusins herðum. Annað hevur kanska at gera við, at limaáhugin kanska ikki er so stórur til fakfelagsarbeiði? Hetta áhald er meira meint sum eitt spurnartekin.

Og setur hetta eisini aðrar spurningar fram, eitt nú: Hvussu hevur leikarafelagið tað? Hvussu hava limirnir tað? Hvussu eru mannagongdirnar við arbeiðnum hjá Leikarafelagnum? Er felagið nóg demokratiskt? Er felagið nóg inkluderandi? Eitt av átøkunum hjá nevndini hevur verið at skera talið av limafundum niður til 4 árligar fundir. Tveir um heystið, tveir um várið, harav aðalfundurin er annar. Tó hevur verið lagt upp fyri, at fundir altíð kunnu stingast upp, aktuell evni kunnu troðka seg á, umframt at limir altíð kunnu átaka sær at skipa fyri fundum. Eitt nú sokallaðu ’kaffifundum’ við meira óformellum innihaldi. Tvs. ábyrgdin er løgd frá nevndini út til limirnar at fylla karmarnar til hesar fundir. Eg vil tó siga, at hóast aðalfundurin í mei varð avlýstur, men so ístaðin gjørdist ein vanligur limafundur, varð fínur á tann hátt, at nógvir tankar komu upp at venda um okkum sum felag, um okkum sum starvsfelagar og um okkum sum listafólk. Eitt gott og fruktagott prát. Eitt, sum eg kundi hugsa mær at rørt eitt sindur við, er bygnaðurin í LF, har vit hava eina nevnd, sum meira ella minni stingur øll átøk út í korti og so kunnu limirnir fylgja við ella lata verða.

Er hetta ein ov passiviserandi leistur? Tvs. limirnir møta til fundar at hoyra nevndina og so hendir ikki so nógv meir – sum eg kundi hugsað mær kanska. Eg haldi fast við, at tað er gott við eini yvirorðnaði nevnd, sum tekur sær av ’politikkinum’ t.e. sáttmálum og samráðingum yvirfyri arbeiðspørtum osfr., men at vit gera fleiri undirbólkar, har limirnir so ella so fáast við ávís evni ella fáa arbeiðsuppgávur. At vit soleiðis gera felagið virki á fleiri ymiskum stabbum – við størri og minni verkætlanum, júst soleiðis sum áhugin liggur til. Ein dansibólk – ein skrivibólk – ein pr bólk - ein kjakbólk – ein festivalbólk – ein morgunvenjingarbólk – ein skeiðbólk – størri og smærri stabbar, sum virka sjálvstøðugt undir leikarafelagnum. Hetta er hervið bara kasta út – til tykkum – og vit kunnu bara gera tað, um áhugi er fyri tí.

Avtala við Kringvarp Føroya.

book etc. Hesa avtalu seta vit stór spurningartekin við. KvF hevur stutt sagt ikki loyvi at selja tilfar til triðja mann, hvørki nýtt ella gamalt tilfar! Sprotin hevur vent sær til Leikarafelagið við fyrispurningi um, hvat vit plaga at fáa fyri upplestur og hvussu mannagongdirnar eru. Og har eru vit svar skyldug, tí vit ikki hava nakra avtalu við KvF í verandi líki. Tískil er avtalan við KvF av størsta týðingingi og er hon størsta raðfesting hjá nevndini í løtuni. Í kjalarvørranum av eini KvF avtalu skal sum skjótast fáast avtala í lag við Sprotan, umframt við felagið Ljóðbøkur. Vit mugu fáa hesi viðurskifti í rættlag og tryggja okkara rættindi innan hetta arbeiðsøkið.

Í juni vóru vit aftur á fundi við KvF. Vit hava eitt upplegg, sum er stórt sæð tað, sum DSF hevur gjørt við DR. Á nógvum økjum í hesum drúgva sáttmála kunnu vit beinleiðis fylgja tí danska, men nakrir lutir eru, sum ikki eru so relevantir fyri okkum enn. Fylgjast skal upp á hendan fundin og vónandi verður fundur aftur í hesum mánaðinum. Jens Marius Dalsgarð hevur verið okkum ein góður ráðgevi og sparringapartur at hava við í hesum arbeiði. Meira um hetta seinni.

Tá ið LF hevur fingið sáttmálan til høldar við eitt nú KvF verður ein standardiseraður arbeiðssáttmáli gjørdur, sum øll kunnu nýta til eitt hvørt arbeiði í KvF. Tá sáttmálin verður greiður og ein semja er komin verður hann lagdur út til limirnar at góðkenna. Ein fyribils deadline er sett til november 2013.

Skrivligar avtalur.

um at fáa eina skrivliga avtalu við samstarvspartin. Latið standa greitt í skrivinum, akkurát hvat arbeiðið umfatar. Um tað er bandað upptøka skal tilskilast, hvar upptøkan skal sendast, gjøgnum hvønn miðil, er tað lýsingarátak skal standa akkurát, hvat átakið/herferðin umfatar, tíðarskeið og kostnað, annaðhvørt tað er løn, samsýning ella ongin løn. Hetta óansæð hvør framleiðarin er. (tó vil LF í útgangsstøðnum ikki góðtaka onga løn til limir). Eru ivamál í hesum, so ivist ikki, men nýti felagið, ringi til nevndina ella Jens Marius í LISA. Viðvíkjandi upphæddir fyri arbeiði hevur LF ikki lønartalvur fyri øll sløg av arbeiði. Serliga innan lýsingar er sera ymiskt, bæði hvat fólk fáa í boði og hvat hvør einstekur setur sum minstamark. Tað er upp til tann einstaka at samráða seg fram til ein kostnað, men vil eg heita á limir um at verða varin við at dumpa prísir niður. Minst til tit eru yrkisfólk! Gott er eisini fyri LF um tit siga frá royndum, góðum sum minni góðum, viðvíkjandi arbeiði innan hetta øki.

Lógin um upphavsrætt.

Lógaruppskot um upphavsrætt hevur verið til hoyringar og hevur nevndin sent hoyringsskriv inn í september. Lógin varð samtykt í apríl 2013. Nakrar kunngerðir eru komnar til hoyringar og hevur umboðsmannaðráðið í LISA avgjørt at bíða við at geva hoyringssvar til allar eru komnar. Hetta hevur MMR góðkent. Hetta er eitt risaøki – upphavsrættur, royalities og copyright. Fyri nógv, íroknað meg, er hetta stundum ein fløkjaslig jungla at sigla runt í, hvat er hvat, nær eigi eg hvat, og nær eigi eg tað ikki. Upphavsrættur er eitt mál, sum er uppi at venda á stórt sæð øllum fundum hjá Nordisk Skuespiller Råd. Tað letur til at øll londini hava sítt at stríðast við. Mál, har upphavsrætturin verður krenkaður, og har tað vísir seg, at mangan er tað tað almenna, sum er størstir syndarin at krenka upphavsrættin hjá skapandi og útinnandi listafólki. Ein bólkur í NSR hevur sett sær fyri at gera eitt seminar um upphavsrættin við teimum fólkum, sum hava holla vitan innan øki – eitt nú Mikeal Waldorf, juristur í Dansk Skuespiller Forbund. Hugsanin er, at hava fleiri fólk úr hvørjum landi við, soleiðis at alt fleiri fólk verða ’skúlaði’ innan upphavsrætt innan júst okkara øki – sjónleik, film, sjónvarp, upptraðkan.

LeikREAD.

Størsta krútið í heyst og vár varð av nevndarlimum Kjartan og Gunnvá saman við Rakul Thomsen og Birnu Heinesen nýtt til fyrireikingina av LeikREAD – sum er ein føroyskur avleykur av átakinum Nordic Drama Train, sum Nordisk Teater Unioin hevur tikið stig til. Tey bestu leikritini í Norðanlondum ferðast runt og vera presenteraði sum readings til tess at spaða kunnleika um norðurlendsk samtíðarleikverk. Nú ætli eg mær tó ikki at fara í smálutir um LeikREAD. Men eg meti, at júst hesin festivalur hjá okkum, soleiðis sum hann bleiv, fevndi um nógvar av málsetningunum hjá Leikarafelagnum seinastu árini – so sum:

• At gera Leikarafelagið og sjónleikarayrkið meira sjónligt

• At savna nógv leiklistafólk úti og heima

• At arbeiða skapandi saman

• At skapa sambond við útlendsk leiklistafólk og føroysk leiklistafólk í útlandinum, bæði yrkislærd og tey, sum eru ávegis við útbúgving innan økið.

• Umframt signalvirðið í tí, bæði herheima, at vit eru við, og uttaneftir, eitt nú til NTU at vit stiðja uppundir teirra átøk og at vit fremja tey á okkara hátt.

• Og ikki minst at seta sjóneykuna á samtíðardramatik og harvið vónandi eggja fólki at skriva til pall.

Eg hugsi, at LeikREAD er ein leistur av readings, -pallsettari lesing av leikritum - sum vit altíð kunnu taka til. Kanska at LeikREAD er ein árligur festivalur herheima, sum kann skapast við tí innihaldi, sum vit halda verða áhugavert. Og at vit harvið kveikja til hugin at fáa føroysku samtíðina lýsta og endurspeglaða í leikverki/sjónleiki. Stutt sagt at fáa fleiri føroysk leikrit á borðið. Hetta leiðir meg inn á spurningin, hvussu vit velja leikverk út til innstilling av Nordic Drama Train – til norðurlendsku leikritavirðislønina?

Nordisk Teater Union, sum LF er partur av, hevði ein eftirmetingar fund av Nordic Drama Train í Jönköping, SV, síðst í mei og mett varð, nú hálvrunnið er við hesum tokinum, at hetta er ein somikið góður leistur – at leikritini verða presenteraði í øllum Norðanlondum – at vit eiga at halda áfram við honum. Tosað var nógv um at formalisera háttin, sum leikritini verða vald eftir og varð ein framferðar háttur staðfestur: Ein kvalificera úrvalsnevnd - ein jury - við minst 3 limum skal velja leikritini út í hvørjum landi. Hendan nevnd skal hvørt landi hava funnið sær seinast á heysti 2013. Soleiðis at farast skal til verka at meta um leikverk, sum hava havt frumframførslu í tíðarskeiðinum 01.01.2012 til 31.12.2013. Valdu verk skulu verða innstillaði í februar 2014 og týdd til enskt.

Næsta umfar av Nordic Drama Train verður skotið ígongd á Nordic Performing Arts Days í Keypmannahavn juni 2014, har Husets Teater leggur hús til fyrsta readingsfestivalin. Sí prent um hendan festival. Nevndin í LF hevur tikið stig til eina føroyska úrvalsnevnd, har vit fyribils hava biðið 2 fólk verða við, hesi eru Vár B. Jacobsen, dramaturgur - sum nú er limur í LF - umframt Mikkjal Helmsdal, dramaturgur, bæði hava játtað at verða við í føroysku úrvalsnevndini. Nevndin leitar eftir 3. kvinnu/manni í næstum.

Bókadagurin í størri vavi.

Rithøvundafelagið hevur sett sær fyri at peppa árliga bókadagin upp. Hesin dagur er vanliga miðskeiðis í november. Nú hevur felagið sett sær fyri at vaksa um tiltakið, bæði í tíðarlongd og við innihaldi. Ætlanin er bæði ambitiøs og lovandi. Og fegnast vit um, at Leikarafelagið er boðið við í hesa ætlan frá byrjan av. Tiltakið verður skipað sum ein festivalur við verkstovum, skeiðum, almennum tiltøkum, bókamarknaði, útlendskum gestum, bókmentaligum stjørnuskotum og øðrum. Hetta verður í november í Norðurlandahúsinum. Og LF og limir tess eiga at halda seg til, soleiðis at vit verða ein virkin partur av hesum.

LISA.

LISA er flutt – sum vit vita. Húsið á Lutzenstrøð 4 er til taks hjá okkum sum felag. Og í grundini eisini hjá øllum limum. Lat okkum brúka húsið. Her er vælegnað til fundir, lesiprøvar, verkætlanir. Sigi bert nevndini frá áðrenn ella vendi tykkum til Jens Marius á This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. Leikarafelagið hevur fingið ein av sínum limum í starvsnevndina: Maritu Dalsgaard. Hinir nevndarlimirnir í LISA eru Guðrið Poulsen (Myndlistafelagið) og Bárður í Bainastovu (Arkitektafelagið).

Aðrar nevndir, sum vit velja umboð í umvegis LISA eru Mentanargrunn Landsins og Ráðgevandi nevnd fyri Norðurlandahúsið. Hvørgan av hesum nevndum eyðnaðist okkum at fáa umboðan í. (–nei, Hans Tórgarð er tiltaks limur í Mentanargrunninum) Men vil eg kortini heita á limir í LF um at halda seg til í ymsum nevndararbeiðum/ráðum – tí tað er í grundini har, at mentanarpolitikkur verður framdur og har vit kunnu verða við til at ávirka.

Samanaumtikið kann sigast, at hóast lívsstarv okkara – sjónleikurin - sum vit hava valt og sum vit arbeiða við, stundum kann tykast stríggin í (karga) politska landslagnum, so sprettir sjálv listin kortini. Vit hava fleiri føroysk uppruna leikverk á skránni, vit arbeiða innan fleiri og fleiri genrur, vit síggjast á alt fleiri pallum – bæði herheima og uttanlands. Nógv ung fólk eru ígongd við leiklistarligar útbúgvingar – innan sjónleik, leikstjórn, framleiðslu, ljós og tøkni, dans og annað. Nógv av hesum koma heim í tíðarskeiðum, t.d. nú um summarið og ríka um við nýggju leiðum, nýggjum tonkum, nýggjum úttrykkum. Tað sprudlar og kókar veruliga og fjølbroytni tykist at vera eitt sera framtraðkandi hugtak – eisini innan sjónleik. So viljin at skapa er alstórur og serdeilis rúmligur.

Tískil er tað mín vón og áheitan eisini, at Leikarafelagið er ein rúmsáttur og generøsur felagsskapur, sum tekur væl ímóti nýggjum limum og komandi starvsfeløgum. Sum Sif Gunnarsdóttir segði í D&V: Kakan verður als ikki minni av, at tað verða fleiri og fleiri, fleiri og fleiri pallar, fleiri og fleiri mentanartilboð, nei, tað letur til, at kakan bara veksur! Tað haldi eg, er ein fín mynd at taka til sín. Sjálv ætli eg mær nú at leggja frá mær innan nevndar arbeiði í LF. Eg haldi tað hevur verið sera spennandi, men eg leggi leiðina inn á ein annan bógv í eina tíð og fái neyvan stundir til nevndararbeiði í næstum. Tó leggi eg ikki sjónleikaarbeiði frá mær heilt, onkrar verkætlanir liggja úti í framtíðini. Men kanska kann eg gera annað fyri LF í tí vavi eg nú kann og har eg eri. Og eg vil nýta høvi at takka hinum nevndarlimunum, umframt Jens Marius Dalsgarð fyri sera gott samstarv.

3. august 2013 Gunnvá Zachariasen, forkvinna.