Leikarafelag Føroya Eykaaðalfundur leygardagin 3. august 2013 í forhøllini á Tjóðpalli Føroya.

Uppmøtt, umframt fullmannaða nevnd; sum telir 4, eru 15.

Nevndin: Gunnvá Zachariasen forkvinna, Páll Danielsen kassameistari, Kjartan Hansen nevndarlimur, Súsanna Tórgarð tiltakslimur.

Hedwig Kapnas, Hans Tórgarð, Katarina Nolsøe, Ria Tórgarð, Jens Marius Dalsgarð, Kristina Sørensen Ougaard, Beinta K. Clothier, Sóley Danielsen, Hjørdis Johansen, Vár B. Jacobsen, Hjálmar E. Dam, Rakel Helmsdal, Jenny C. Petersen og á skypesambandi Marita Dalsgaard. Árni Baldvinsson møtti í steðginum. Avboð til fundin: Laura Joensen, Barbara Christophfersen, Kristina S. Hansen, Sofía N. Mikkelsen, Kári Øster, Fríða Midjord, Katrin Bonde, Súni Joensen, Egil B. H. Hansen, Jákup Veyhe, Bárður Persson, Birita Mohr og Egi Dam.

Fundur settur kl. 10:18

1. Val av orðstýrara og skrivara.

Valdir eru ávíkavist Páll Danielsen og Kjartan Hansen.

2. Forkvinnufrágreiðing um virki flagsins farna árið.

Forkvinnan berur fram ársfrágreiðing (sí heimasíðu felagsins). Forkvinnan vælkomnar Vár B. Jacobsen sum nýggjasti A-limur felagsins. Forkvinnan deilir ‘handouts’ um “Nordic Performance Art Days 2014”, ið verður í DK komandi juni. Súsanna Tórgarð kunnar um at íslendski Kalle August Úlvsson er kandidatur at halda leiklistarliga skriviverkstaðin til Norðulendsku Bókmentadagarnar í NLH 20.-24. novembur í ár. Frágreiðing góðtikin við lógvabresti.

3. Framløga av rokniskapi fyri 2012.

Kassameistari Páll Danielsen leggur fram rokniskap fyri 2012 (viðlagdur). Granskoðað og góðkent rokniskapin hevur Laura Joensen. Fundarfólkið góðtekur framlagda rokniskap uttan nakað hóvasták.

4. Val av nevndarlimi.

Setaninar hjá Páll Danielsen og Gunnvá Zachariasen er gingnar út. Páll bjóðar sær at halda á komandi 2-ára-skeið. Hetta verður viðtikið. Gunnvá stillar ikki uppaftur í nevndina. (Kjartan Hansen hevur eitt ár eftir av síni setu í nevndini). Til valið av nýggjum nevndarlimi nevnir seg einans Súsanna Tórgarð til uppstilling hvørs, við lógvabresti, verður tikið undir við.

5. Val av tiltakslimi.

Súsanna Tórgarð er ikki longur tiltakslimur. Sóley Danielsen stillar upp hóast hon ikki er limur í felagnum. Fundarfólkið játtar einmælt Sóley Danielsen A-limaskap alt fyri eitt og at hennara uppstilling og upptøka í nevnd verður góðtikin. Gleðisrómur í forhøllini.

6. Val av granskoðara.

Laura Joensen, núverandi granskoðari er vald og góðtikin at halda fram sum granskoðari.

7. Val í aðrar nevndir og ráð.

Gunnvá Zachariasen greiðir frá hvørjar nevndir og ráð LF hevur viðvirkan í og í hesum sambandi verður víst á at heimasíðan skal dagførast.

Listaleypurin: Birita Mohr er farin úr felagnum og tískil ikki egnað sum tess umboð. Bárður Persson, verandi tiltaksumboð, trínur til sum 1. Umboð og Kristina Sørensen Ougaard stillar upp og verður einmælt vald at røkja postin sum tiltakslimur Bárða.

Umboðsmannaráð í LISA.: Gunnvá Zachariasen stillar ikki uppaftur. Áðrenn valt verður, greiðir Marita Dalsgaard stutt frá – umvegis skype – um arbeiði við samleikamenning í LISA. LF mælir til at nevndarlimur í LF verður vald/ur í umboðsmannanevnd í LISA. Hetta verður avgreitt á komandi nevndarfundi.

Forkvinnan kunnar um úrvaldsnevnd til næsta Nordic Drama Train 2014. Úrvalsnevndin telir trý harav ein limur úr Leikarafelagnum. Hesin er Vár B. Jacobsen. Annar úrvalsnevndarlimur er Mikkjal Helmsdal. Síðsti limurin verður valdur í næstum.

8. Møguligar lógarbroytingar.

Add. Pkt. 8.: Nevndin mælir til broyting av §7

Núverandi orðing: Aðalfundurin er viðtøkuførur, tá í minsta lagi helvtin av A-limunum er á fundi.

Nevndin mælir til nýggja orðing: §7 Aðalfundurin er viðtøkuførur, tá í minst lagi 6 A-limir eru møttir.

Broyting er viðtikin.

9. Ásetan av limagjaldi.

Nevndin tilmælir at varðveita núverandi limagjald: 200,00 mánaðarliga fyri A-limir. 100,00 mánaðarliga fyri B-limir. 200,00 árliga fyri hvílandi limir. Viðtikið óbroytt.

Støðgur í 10 minuttir – fundur uppafturtikin kl. 11:31 10.

10. Ymiskt.

a. LeikRead Kjartan Hansen, verkætlanarleiðari fyri LeikRead Festivalinum, ið var settur á stovn og hildin á fyrsta sinnið 15. & 16. Mars 2013, leggur fram rokniskapin fyri festivalinum (viðlagdur). Leikarafelagið varar av LeikRead, men rokniskapirnir vera hildnir hvør fyri seg. Endastøða hjá LeikRead verður rokna uppí rokniskap felagsins fyri 2013 til tess at fíggja nýggja heimasíðu til felagið.

Kjartan boðar frá at hann fegin vil vera við til at leiða LeikRead á næsta sinni. Rósandi viðmerkingar til LeikRead sum heild.

b. Kunning um upphavsrætt Jens Marius Dalsgarð kunnar um upphavsrætt. Fyribyrgja stuldur. Gera avtalur. Sum nú er fyriliggja ongar avtalur um hvussu tilfar kann nýtast. Upphavsrættindi hoyra til persónin (um eingin onnur avtala er gjørd). Smálutir úr uppskoti til leist um endursendingar við útgangsstøði í Dk sáttmálanum, sum inniber eitt at mæla føroyska marknaðinum at framleiða nýtt heldur enn at endursenda. Sum nú liggur brúksrættur hjá tí, ið hevur goldið fyri tilfari. Skiljið ímíllum copyright og upphavsrættindi.

Páll Danielsen hevur viðmerking um søluna av portal.fo

Árni Baldvinsson viðmerkir at í t.d. Íslandi vera allar avtalur um rættindi avgreidd í setanarsáttmála um ein er fastsettur á framleiðandi arbeiðsplassi s.s útvarp og sjónvarp.

Freelansarar gera arðar avtalur.

Sóley Danielsen eftirlýsir kotymu um at krevja sáttmála fyri hvørt einasta arbeiði.

Eingin avtala, lønartalva etc. fyriliggur. Alt er nýtt og ov fá hava innlitið, ið krevst at skilja heildarmyndina.

Sóley Danielsen og Beina K. Clothier dømir um ávíkavist Englandi og Danmark.

Ria Tórgarð uppfordrar til solidaritet í forhold til samráðingarnar, ið fara fram hesum viðvíkjandi.

Marita Dalsgaard – framvegis umvegis Skype – kunnar stutt um kollektiv avtalunar í Danmark har ábyrgdin at halda avtaluna liggur hjá tí, ið framleiðir.

c. Marita Dalsgaard kunnar um leiklistarfakfelagslimaskap tvørtur um norðurlendskt lanamørk. Endamálið er fakligur tryggleiki. Ongar altjóða reglur. Eitt sterkt fakfelag kann meir enn eitt veikt. Dansk

Skuespiller Forbund (DSF) bíðar eftir A-limalista frá Leikarafelag Føroya til tess ikki at krejva tvinnið gjøld frá persóni, sum er limur báðastaðni. Nevndin átekur sær uppgávu at røkja hetta mál skjótast tilber.

Stutt kunning um F.I.A. Ria Tórgarð minnir á uppskotið at framleiða limakort.

Páll Danielsen takkar vegna nevnd, limir og starvsfelagar Gunnvá Zachariasen fyri gott arbeiði. Og takkar øllum uppmøttum.

Fundur lokin kl. 12:31.