2014

Forkvinnufrágreiðingin

 

Forkvinnu frágreiðingin, leikárið 2013 -2014

 

Góðu limir. Vælkomin á 9. aðalfund felagsins. Tað er gott at tit eru møtt so fjølment - vælkomin tit sum so trúliga hava verið limir í felagnum øll árini, og vælkomin tit nýggju limir.Vit gleðast um at fáa nýtt fólk við nýggjari orku í felagið - jú fleiri vit eru jú lættari verður at virka fyri áhugamálum okkara, sum eru at verja og bøta um arbeiðsumstøðurnar hjá okkum, sum hava valt at hava sjónleik sum okkara yrki.

 

Á eykaaðalfundinum í August 2013 tók henda nevndin við: Páll Danielsen, Kjartan Hansen og Súsanna Tórgarð. Tiltakslimur varð Sóley Danielsen, sum tá var heilt nýggj í felagnum. Nevndin skipaði seg við Súsonnu sum forkvinnu, Páll sum kassameistara og Kjartan sum nevndarlimi. Eftir ynski frá nevndini og Sóley sjálvari, gjørdu vit av, at hon luttók mest møguligt á nevndarfundum og í samskiftinum millum nevndarlimir – hetta hevur víst seg at rigga væl, og á henda hátt hava vit ein sera virknan tiltakslim, sum allatíðina hevur verið dagførd viðv. nevndararbeiðinum.

 

Nevndin gjørdi beinanvegin av, at vit vildu leggja alla orku í tvey stór mál, nevniliga at fáa skipaði viðurskifti á hesum báðum økjum: ein sáttmála ella avtalu við KVF, og eina avtalu sum umfatar virksemi hjá limum okkara í Ljóðbókum og Sprotanum. Ì báðum førum snýr tað seg um hóskandi løn, umframt upphavsrættindi og rættin til viðurløg. Hóast skiftandi nevndir í felagnum hesi seinastu árini eisini hava arbeitt fram ímóti at fáa hesi viðurskifti í rætt lag, so er enn ikki komið á mál – so nevndin fór til verka við hesum fyri eyga. Sum vit vistu, so skuldi nógv arbeið og orka til. Og hóast nevndin eisini hevur verið virkin á øðrum økjum, sum eg fari at nevna seinni, so eru tað hesi bæði sum hava fyllt mest í nevndararbeiðnum.

 

Vit valdu at býta uppgávurnar soleiðis, at Kjartan skuldi taka sær av øllum viðvíkjandi Sprotanum/ljóðbøkur og Súsanna skuldi taka sær av at fáa samráðingarnar uppafturtiknar við KVF.

.

KVF

Sum nevnt so hava fleiri innleiðandi fundir verið við KVF hesi seinastu árini. Saman við skiftandi nevndarlimum hevur Jens Marius Dalsgaard, skrivari í LISA arbeitt við at gera ein leist til eina avtalu útfrá

 

sáttmálanum, sum Dansk Skuespillerforbund hevur við DR. Tíverri fekk Jens Marius í fjør forfall vegna sjúku, og arbeiðið steðgaði tí upp.

Okkara sera virkni limur, Marita Dalsgaard, kom tí við uppskotið um at heita á Mikael Waldorff at hjálpa okkum við hesum arbeiði. Marita greiddi frá, at Mikael uttan iva er tann, sum í Norðanlondum veit mest um tílíkar samráðingar, og tann sum hevur forhandla bestu sáttmálar á hesum økinum. Umframt hetta arbeiðir hann nú fyri CopyDan, sum umsitur upphavsrættindi fyri eina røð av rættindahavarum.

Nevndin heitti tí á Maritu um at fáa avtalu í lag við Mikael, og á fundi í Februar millum tey bæði og DSF, kom DSF við tilboði at gjalda arbeiðslønina hjá Mikael, meðan LF betalti flogferð og uppihald. Hetta var jú eitt einastandandi tilboð, sum vit sjálvandi tóku av. Avgjørt var nú at seta ein arbeiðsbólk við Mikael, Maritu og Súsonnu. Farið varð undir at savna alt tilfar saman, sum Mikael metti hevði við málið at gera. Vit týddu til danskt so hvørt, samskiftu via mail, og tá Mikael var klárur við sínum uppskoti, sum varð heilt nýtt og einfalt, heittu vit á KVF um at fundast. Fyri at fáa sum mest burturúr meðan Mikael var her, skeyt hann upp at leggja fleiri fundir yvir nakrar dagar. KVF var beinanvegin við uppá hetta, og fundirnir vóru settir at byrja 30. Apríl og halda áfram 1. og 2. Mai.

 

29.Apríl komu Mikael og Marita til Føroyar . Vit trý hittust til fyrireikingar, og møttu sera spent á fundi í KVF 30. Apríl. Fyri KVF møttu Jóhan Mortensen, Jákupa Mikkelsen og Barbara Samuelsen. Tað var so týðiligt frá fyrstu løtu, at Mikael hevði roynt hetta fyrr. Hansara verumáti, hvussu hann legði sítt uppskot fram og tosaði við fundarfólki, gjørdi at stemningurin beinanvegin bleiv lættur og positivur, fólk vóru ikki bangin fyri at spyrja og koma fram við sínum meiningum, og tá fundarrøðin endaði 2. Mai, samdust partarnir um eitt uppskot, sum KVF kundi fara út í FMR við. Hetta at FMR hevur øll lønarviðurskifti um hendi í KVF, ger at KVF ikki kann samráðast beinleiðis við felgsskapir sum LF – her er munurin á t.d. DR, sum sjálvt umsitur rættin at forhandla lønir o.a. So Kvf lat FMR uppskotið, og tey skuldu so seta seg í samband við okkum. Fyri at runda av uppá hesar dagarnar Mikael var her, kann eg bara siga at tað var heilt ómetaliga gott at hann kundi hjálpa okkum við hesum. Vit eru so langt, langt aftanfyri okkara donsku kollegar tá tað kemur til øll hesi viðurskifti – og ikki bara vit, men eisini tey, sum vit skulu samráðast við, í hesum føri KVF. Tað var so týðiligt at tey vóru ikki von við og høvdu ikki tað innlit, sum skal til fyri at gera eina slíka avtalu – so Mikael fungeraði í hesum høpi líkaso nógv sum teirra ráðgevi. Ferðin hjá Mikael endaði við eini sera hugnaligari veistlu á Lútzenstrøð, saman við limum felagsins – eitt deiligt kvøld, har vit fingu takka Mikael fyri hansara einastandandi arbeiði.

 

Tað sum síðani er hent er hetta:

Lf varð innkallað til fund í FMR tann 3. Septembur. Meiningin var at Marita, sum var heima í Føroyum í arbeiði, og forkvinnan skuldu fara á fundin – men Marita mátti geva avboð í síðstu løtu vegna útsetta premieru á Tjóðpallinum. Nevndin samdist tí um at heita á Jens Marius, sum nú aftur virkar sum skrivari í LISA – og forkvinnan og hann fóru á fund við Snorra Fjallsbak,leiðara á lønardeildini í FMR og Súsonnu Nolsøe, fulltrúa. Tey søgdu beinanvegin, at tann einasti parturin tey kundu gera avtalu um, var lønarparturin – alt sum hevði við upphavsrætt at gera hoyrdi undir Mentamálaráðið, og skulu vit tí gera avtalu um hetta beinleiðis við KVF. Teimum dámdi sera væl uppskotið frá Mikael, og hildu at hetta skuldi borið til at avgreitt sum skjótast. Tó høvdu tey nógv at gera beint nú, og kundu tí ikki siga nær avtalan var klár at undirskriva.

So har eru vit beint nú: Vit bíða eftir FMR, hava boðað KVF frá at vit ynskja fund við tey um rættindi – Jens Marius og forkvinnan arbeiða herheima víðari við hesum, og hava enn Mikael sum okkara ráðgeva. Vit vóna at okkurt hendir skjótt. Mikael skjýtur upp,at vit fáa líknandi avtalu við KVF, sum rithøvundafelagið hevur – t.v.s. KVF betalir eina ávísa upphædd einaferð um árið, til eitt licensfelag,sum síðani býtir út til tey, sum hava verið aktiv gjøgnum árið.

 

Mikael skjýtur eisini upp, at Filmex kemur at virka sum okkara licensfelag. Hetta er jú umfatandi arbeiði,og Filmex er ein vælvirkandi stovnur við tórari databasu og fleiri fólkum í arbeiði – so tað er upplagt at vit skráseta okkum har. Tað fer so at virka á nakað sama hátt sum Koda ger fyri tónleikararnar í Føroyum.

Viðvíkjandi “Gomlum tilfari”, t.v.s. t.d. teknifilmsseriunum, sum KVF jú endursendur í heilum, so eru ráðini frá Mikael at vit fyrst skulu fáa eina avtalu um rættindi í lag, so kunnu vit hyggja uppá tað.

 

Eg kundi nevnt so nógv annað, viðv. hesum arbeiði okkara, sum ikki endar her. Hetta var í stuttum tað vigtigasta – spyrji endiliga, um okkurt er tit ikki skilja ella vilja vita meira um.

 

Eg fari at runda hendan partin av við at takka Maritu Dalsgaard. Uttan hennara hjálp, høvdu vit ikki fingið hetta framúr góða samstarvi við Mikael. Tað er einastandandi gott at vit hava fingið samband við ein, sum hevur ein so framúr førleika á økinum,sum vit utan iva eisini fara at njóta gott av framyvir. Og stóra takk til DSF, sum enn einaferð vísir sín stóra generøsitet mótvegis okkara lítla felag.

 

Sprotin og ljóðbøkur:

Í 2013 ognaði Sprotin sær uml 600 tímar av innlisnum tilfari úr bandasavninum hjá KVF - áleið 30 bøkur – umframt 15 bøkur frá Ljóðbøkur.

 

Hesar ljóðbøkur fer Sprotin at selja sum downloads frá teirra heimasíðu.

 

Hetta “trupla” keypið - ella serliga sølan - hevur havt við sær at Leikarafelagið hevur trýst enn meira á KVF-samráðingarnar. Tí tá KVF víðariselir tílíkt tilfar til Sprotan sum 3. part, verða upphavsrættindini ikki vird – í okkara føri rættindini hjá upplesara. Ein sáttmáli/ avtala við KVF skal forða fyri at slíkt kann henda.

 

Tó skal sigast, til Sprotans fyrimun, at Jonhard Mikkelsen hevur sjálvur sett seg í samband við LF um at fáa eina avtalu í lag, so at framleiðslan og sølan av hesum ljóðbókum kann fara rætt fram. Jonhard er ótolin, og vil sleppa at geva út – men vit hava gjørt honum greitt at áðrenn vit gera eina avtalu við Sprotan, má LF avtalan við KVF fáast uppá pláss.

 

Tað er týdningamikið at avgreiða hetta í júst hesi raðfylgju, tí tað fer at staðfesta - svart upp á hvítt – hvussu stóra peningaliga upphædd av líknandi sølu limirnir í LF hava rætt til. Eisini her hava vit fingið Mikael Waldorff at hjálpa okkum. Hann hevur gjørt eitt uppskot til Sprota-avtaluna

Klárt, og hevur innkallað Kjartan til fund i Keypmannahavn í ovurmorgin, so vónandi verður ein loysn funnin sum skjótast.

 

Hetta var tað sum er at siga um okkara arbeiði við samráðingum um upphavsrætt – tá vit hava fingið hesar avtalur í lag, eru vit komin eitt stig longur á leiðini at gera vart við okkum sum ein yrkisbólkur í samfelagnum.

 

 

Leikarafelagið sum eitt fakfelag.

Ber til hjá okkum at virka sum fakfelag? Ja, tá tað kemur til samráðingar av slíkum slag sum hesar eg havi verið inniá ber væl til. Tá umboðar nevndin felagið, allar limirnar í meira yvirskipaðum viðurskiftum. Men er hetta møguligt, tá tað snýr seg um einkultar limir, sum á ein ella annan hátt koma í truplar støður?

Eg kann taka Tjóðpallin sum dømi.Tað eru fleiri, sum hava havt keðiligar upplivingar í samband við TP – bæði undir arbeiði, og tá tey venda sær til TP við fyrispurningum og hugskotum. Hesar upplivingar eru tó ongantíð komnar sum beinleiðis fráboðanir ella fyrispurningar til LF um hjálp, men heldur sum ein kunning – onkuntíð skrivligt, onkuntíð munnligt, oftast bara sum viðmerkingar, tá tosað verður um okkara viðurskifti.

Og hvussu gera vit? Kann LF hjálpa í slíkum føri, t.v.s. fungera sum eitt fakfelag. Nevndarlimir og Leikarafelagslimir eru tá ofta samstarvsfelagar, enntá kappingarneytar,familja,vinfólk og hvat veit eg. Og tá er trupult at leggja uppí. So fólk velja sum oftast at bara at tiga støðuna burtur, hava hana fyri seg sjálva, royna at loysa hana sjálvi – geva kanska upp heldur enn at gera meira við málið. Tí ofta stendur nógv uppá spæl –m.a. framtíðararbeiði, sum jú ikki hanga á trøunum fyri okkara viðkomandi.

 

Sum forkvinnu er tað mín áskoðan, at LF átti at verið staðið, har limir okkara vendu sær tá tey koma í truplar støður í samb. við arbeiðsviðurskifti. Tað er ikki rætt, at limir okkara skulu standa einsamallir í slíkum støðum, tá øll onnur á arbeiðsmarknaðinum,sum eru limir í fakfeløgum kunnu heita á sítt felag, tá teimum tørvar uppbakking.Tað snýr seg tá vit t.d. tosa um TP um eitt almennt arbeiðspláss,við einum almennt settum stjóra, og tað vildi verið ógvuliga náttúrligt at fakfelagið hjá yrkisleikarum kom uppí, um ósemjur stinga seg upp. Her mugu vit finna eina loysn, ein máta, nakrar mannagongdir at handfara slíkar støður.

 

Eg havi tosa eitt sindur við Selmu Ellingsgaard, forkvinnu í Starvsmannafelagnum um,hvussu LF evt. kundi fungera sum fakfelag, og hon er sera áhuga at tosa við okkum - so tað er heilt vist eitt øki, sum felagið eigur at seta seg inní sum skjótast.

 

Meira um Tjóðpallin.

Eitt sum ofta er frammi í orðaskifti millum limirnar viðv. TP er m.a.manglandi samskifti, manglandi planlegging og óskipaði viðurskifti í tilgongdini til leikuppsetanir.

Eg havi hugt í aðrar formans og fundarfrágreiðingar,har hetta sama verður nevnt. LF hevur fleiri ferðir roynt at gera vart við hesi viðurskifti bæði á sjálvum Tjóðpallinum, og gjøgnum okkara umboð í Leiklistarráðnum.

TP er staðið har føroyska leiklistatilfeingið verður umsitið. Tað er tí heilt náttúrligt og neyðugt at LF bæði frøist og er viðurkennandi,men eisini torir at seta spurningar og hava eitt kritiskt eygað viðvíkjandi virkseminum á TP.

Arbeiðsøki hjá stjóranum á TP er sera umfatandi, og tað krevur størri játtan og vælvilja frá politisku myndugleikunum um TP skal virka optimalt, tað vita vit.

Men kanska júst tí er neyðugt við einum opnum orðaskifti okkara millum um, hvussu TP kann virka á bestan hátt undir teimum umstøðum, sum nú einaferð eru.

Kanska snýr tað seg um, at finna ein nýggjan leist sum grundarlag?

Tað vísir seg at vera sera torført at fáa eitt sakligt orðaskifti um hesi viðurskifti, og heldur enn at royna at finna hóskandi loysnir, so verða orðaskiftini ofta kensluborin og ákærandi.

Tó onki er meira náttúrligt enn at hava eina evaluering, nú TP hevur virkað síðani 2003. Vit eru mangan alt ov bangin at siga okkara meining á røttum stað. Vit velja mangan at tosa um hvønnannan heldur enn við hvønnannan.Tað eru vit, yrkisleikhúsfólkini og yrkisleikararnir í Føroyum, sum skulu seta orð á okkara viðurskifti - vit sum hava royndirnar, útbúgvingarnar og ikki minst hugin og evnini at skapa góða list, góðan sjónleik.

 

Mín vón er, at prátið í kvøld aftaná aðalfundin – og framløgan hjá Anfinni, umboði okkar í Leiklistarráðnum, fara at verða viðvirkandi til og kanska ein byrjan til eitt uppbyggjandi orðaskifti:

 

Um Leikarafelagið: hvussu verða limirnir meira aktivir og sjónligir í felagnum -

 

Um Tjóðpallin: hvussu virkar hann, hvussu kundu limir hugsað sær at hann virkaði,og hvussu kunnu vit betra um samskifti við leiðsluna á TP og tey sum varða av honum -

 

Og ikki minst: hvussu vit, yrkisleikarar, eisini í øðrum høpi t.d. í samskifti við politisku myndugleikarnar,kunnu læra okkum óttaleys at koma fram við okkara meiningum.

 

Samskifti hjá nevndini við limirnar.

Sum tit hava hoyrt, so er so at siga øll okkara orka farin í samráðingar arbeiði.Og hetta er sum tit skilja drúgt og krevjandi. Av tí sama hevur samskifti við limirnar ikki verið nøktandi. Ein onnur orsøk er heimasíðan, sum tað tók so langa tíð at fáa at rigga, ein onnur er at nevndarlimir hava verið øgiliga sperdir, hvør í sínum lagi - og soleiðis kundi eg funnið fleiri umberingar og frágreiðingar. Vit eru væl vitandi um, at vit hava ikki fungerað nóg væl á hesum økinum- og hava vit sum nevnd tikið hetta til eftirtektar, og royna nú at finna eitt stev, soleiðis at vit kunnu bøta um hetta. Vit fara at kunna um konkretar ætlanir seinni.

Vit mugu eisini hava í huga, at munurin millum t.d. DSF og okkum er, at tey hava eitt lið av løntum fólki at taka sær av áhugamálunum hjá limunum, meðan alt okkara arbeiði er ólønt.

Men – felagið er ikki bara nevndin – tað er eisini tit, góðu limir. Mangan er lagt upp til at limir kunnu skipa fyri ymiskum, uttan at nevndin er innblandað, og vit sum nevnd siga bara: JA! Øll tiltøk eru vælkomin – vit kunnu vera á Lútzenstrøð, ella onkra aðrastaðni....tað er upp til tykkara at brúka hugflogið. Vit vóna eisini at orðaskifti nú aftaná aðalfundin kann seta gongd á hetta, so vit øll fáa hug og orku at vera meira saman – og ikki bara til fakfelagsfundir!!

 

Copenhagen Stage og Leikread.

Hetta hevur verið eitt hendingaríkt summar í Keypmannahavn fyri okkara viðkomandi. Fleiri av okkara limum spældu á Copenhagen Stage, bæði í donskum leikbólkum, men eisini føroyskum.

 

Fyrsta Dramatrain 2014/15 fór av bakkastokki á Husets Teater í Juni har leikritið "Sár á sál" hjá Kristinu Sundar Hansen varð “readað” fyri fullum húsum. Ein úrvalsnevnd, Mikkjal Helmsdal, Kirsten Brix og Vár B. Jacobsen, valdi leikritið at umboða Føroyar. Kristina sjálv var eisini til steðar og segði nøkur orð um leikritið.Hetta var ein stór løta fyri føroyskan dramatikk og næsta stopp hjá Dramatokinum verður LeikREAD í apríl 2015.

Fyrireikingarnar til LeikREAD ganga gott og bólkurin er longu nærum á hálvari leið við fíggingini. Í bólkinum eru Gunnvá Zachariassen, Kjartan Hansen og Rakul Thomsen.

 

Nordic Performing Arts Days var eisini hildið í Keypmannahavn. Kjartan hevði eitt upplegg har hann hugleiddi um Føroyar sum listarligan savningardepil fyri útlendingar. Um vit menna fleiri listar-bústaðir (sum tann í Tjørnuvík) - kunnu vit lata dyrnar upp fyri gestum at arbeiði her heima við alskyns verkætlanum.Sera stórur áhugi var fyri hesum hugskotinum.

 

Á fundi hjá Nordisk Teaterunion í Keypmannahavn, har Kjartan er okkara umboð, bleiv skotið upp at Føroyar skulu hýsa Nordic Performing Arts Days 2016.

 

Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum, luttók eisini á hesum fundi, og samdust LF og hon um í felag at skipa fyri hesum stóra tiltaki. Tað er helst ongin ivi um, at hetta verður veruleiki í maj 2016.

 

Hetta er eitt risastórt tiltak, sum krevur nógva arbeiðsorku.Tí hevur LF tikið avgerð um at fara víðari við ætlanunum at seta á stovn føroyskt ITI-sentur, sum kundi staðið fyri vekætlanini saman við NH.

International Theatre Institute, er ein altjóða plattformur fyri útinnandi pallslist. Eitt føroyskt ITI-sentur fer at hava við sær at leiklistaumhvørvi í Føroyum gerst størri og rúmligari, og fer at lætta um arbeiðsbyrðuna hjá LF. Tvs at tað vónandi verður eitt nýstovnsett ITI-sentur, sum fer at samskipa Nordik Performing Arts Days 2016.

 

Ymiskt viðv. limaskapi og broytingum í viðtøkunum fyri felagið.

DSF og LF hava gjørt eina avtalu, soleiðis at tey sum bæði eru limir í DSF og LF einans gjalda fullt limagjald til LF, og varðveita samstundis fullan limaskap í DSF. Aftur her ein gestus frá okkara danska systirfelag, sum styrkir um fíggjarstøðu felagsins, og knýtir okkara limir búsitandi í DK tættari at okkum.

Hetta krevur smávegis broytingar í viðtøkum okkara. Eisini eru aðrar smávegis broytingar, sum nevndin ynskir - t.d. at umdefinera hvílandi limaskapin til at umfata lesandi og tey, ið eru yvir pensjónsaldur. Hetta verður lagt fram undir ymiskt.

 

Til seinast eitt sindur um hvat er hent á tí leiklistarliga økinum

 

Tað sær út sum gongd er komin á at skriva føroyskar leikir, so tað er at fegnast um.

Leikurin “Tóm Rúm” hjá Marjuni S. Kjelnæs varð framførdur á Tjópallinum í vár. Ein flott uppseting, har vit fingu høvi at síggja fleiri av okkara “útiseta” limum á palli.

Og í Sjónleikarhúsinum var leikurin “Sangur í Mjørka” hjá Elini á Rógvu framførdur – eisini ein flott uppseting við áhugaleikarum, meðan fólkini rundanum vóru yrkisfólk.

 

Annars hava limir verið sera virknir bæði innan yrkis og áhugaleik – sum leikarar, leikstjórar, skeiðshaldarar, undirhaldarar, upplesarar, við egnum verkætlanum, turné virksemi o.m.a. – Onkur er liðugt útbúgvin og onnur eru undir útbúgving innan sjónleikarøki.....ongin nevndur, ongin gloymdur. Jú - sera virknir limir í okkara lítla felag!

 

Eftir hjá mær er bara eftir at takka fyri hetta árið. Takk tit í nevndini fyri tykkara framúr arbeiði fyri felagið,og takk tit, sum hava arbeitt í ymiskum samstarvsbólkum. Og góðan arbeiðshug tit øll somul! Tykkara vilji og hegni at skapa góða leiklist kemur til sjóndar í tykkara einastandandi avrikum.

 

Eg loyvi mær at endi við einum sitati úr eini ársfrágreiðing hjá fyrrverandi forkvinnuni, Gunnvá Zachariassen:

Ummæli í fjølmiðlum og bloggum siga tað, áskoðarar á gøtuni siga tað, børn úti á skúlunum siga tað, luttakarar á okkara skeiðum siga tað, hyggjarar og lurtarar í kringvarpinum siga tað:

Halt kipp tit duga væl!!!”

So minnist til tað kæru limir: Tit duga óluksáliga væl!!”

So væntar bara at politikararnir eisini siga tað hart og týðiligt, og ikki minst vísa tað í verkið!

15.September 2014, Súsanna Tórgarð, forkvinna

 

 

 

Fundarfrágreiðing 2014

Fundarfrágreiðing 2013/2014 

Aðalfundur hjá Leikarafelag Føroya

Tórshavn tann 15. sept 2014 

Mettustova kl. 18:00

Skrivari: Sóley Danielsen.

 

Sambært § 7 í lógarásetingfelagsins var hesin aðalfundurin viðtøkuførur, við at í minsta lagi helvtin av A-liminum vóru á fundi.

Á fundinum luttóku:

Nevndin: Súsanna Tórgarð, forkvinna. Páll Danielsen, kassameistari. Kjartan Hansen, nevndarlimur. Sóley Danielsen, tiltakslimur.

Limir: Annfinnur Heinesen, Ria Tórgarð, Hans Tórgarð, Katharina Nolsøe, Beinta Clothier, Gunnvá Zachariassen, Vár Berghamar Jacobsen, Høgni Johansen, Hjálmar Dam og Hjørdis Johansen.

Við á skype vóru: Marita Dalsgaard, Sofía Nolsøe, Kristina Sørensen Ougaard og Mariann Hansen.

 

Øll samlaðust uttanfyri Mettustovu, har forkvinnan bjóðaði vælkomin og øll fingu champagne. Fundurin byrjaði síðani inni í Mettustovu. 

 

1. Val av orðstýrara og skrivara

Orðstýrari: Páll Danielsen

Skrivari: Sóley Danielsen

 

2. Fragreiðing formansins frá virki felagsins í farna ári.

Súsanna Tórgarð, forkvinna leggur fram ársfrágreiðing. (Sí ársfrágreiðing undir felagið). Frágreiðing góðtikin við lógvabresti.

 

3. Framløga av roknskapi.

Kassameistari Páll Danielsen leggur fram fíggjarfrágreiðing (Sí fíggjarfrágreiðing undir roknskapir) Grannskoðanin av fíggjarstøðuni skal váttast av Lauru Joensen á næsta fundi.

 

4. Val av nevnd.

Súsanna Tórgarð, forkvinna, og Páll Danielsen, kassameistari, vóru vald fyri 2 ár, og sita tí eitt ár afturat.

Kjartan Hansen valdi at stilla upp aftur, og var valdur.

 

5. Val av tiltakslimi.

Sóley Danielsen valdi at stilla upp aftur, og var vald.

 

6. Val av grannskoðara.

Laura Joensen er vald aftur sum grannskoðari.

 

7. Val í aðrar nevndir og ráð.

Valg av limum til listaleypin.

Kristina Sørensen Ougaard í nevndini og Beinta Clothier er tiltakslimur .

 

8. Møguligar lógarbroytingar.

Her er viðtøkubroytingaruppskotini so sum ársaðalfundurin tók undir við tí, og sum tað skal lýsast til viðtøku til næsta eykaaðalfund.

 

§3 Limaskapur

Stk. 2: Rætt til A-limaskap hevur einhvør myndigur persónur,sum er føroyingur, ella búsitandi í Føroyum, og annaðhvørt:

Stk. 3: Rætt til B-limaskap hevur einhvør myndigur persónur, búsitandi í Føroyum, sum í styttri tíð virkar innan fyri arbeiðsøkið hjá felagnum sambært grein 2, eftir lønar – og arbeiðsviður- skiftum góðkend av felagnum.

Stk. 4: Hvílandi limir eru tey, sum hava rætt til A-limaskap, men virka uttanlanda ella starvast sum leikhúsleiðarar ella hava líknandi fyrisitingarlig størv. Harumframt lesandi og allir limir, ið farnir eru um pensjónsaldur. Limir, sum fara frá A-limaskapi til hvílandi limaskap vegna pensjónsaldur, varveita atkvøðurætt sum A-limur, smbr. § 5, stk 1. 

 

Orðadráttur um LF sum lønmóttakandi fakfelag – ikki eitt fakfelag til arbeiðsgevarar:

Limir eiga ikki at verða A limir tá tey eru arbeiðsgevarar, men vera B-limir tá tey hava rolluna sum arbeiðsgevari”.

Orðing til viðtøkubroytingaruppskot skal fyriliggja til næsta eykaaðalfund. Har skal orðingin viðtakast og sendast til atkvøðugreiðslu.

 

9. Ásetan av limagjaldi.

§5 Limarættindi og skyldur

stk. 2: Limagjald. Limagjaldið verður ásett av aðalfundinum fyri eitt ár í senn. B limir gjalda 50 %, og hvílandi limir gjalda eitt ársgjald áljóðandi 2 ferðir tað, til einhvørja tíð, ásetta mánaðargjaldið hjá A-limum.

T.v.s at limaskapur hjá hvílandi limum: 400 kr um árið (B-limur - umfatar lesandi og pensjonistar).

Vanligur limaskapur (A-limur): 200 kr um mdr.

Atkvøtt varð, og einmælt samtykt, at limagjaldið fyri hvílandi limir er 400 kr um árið.

 

Ein stuttur steðgur har matur, vín og øl var at fáa. Eisini vóru kaffi og smákøkur at fáa omaná. 

 

10. Ymiskt.

Samandráttur av framløgu hjá AnnfinnurHeinesen um arbeiði í Leiklistarráðnum: Leiklistarráðið skal í næstum senda út starvslýsing, og søkja eftir nýggjum stjóra til Tjóðpallin. Í hesum sambandi hevur ráðið havt orðaskifti um ymisk viðurskifti: Viðvíkjandi sjálvari setanartilgongdini, evt. profilering, evt. øki at søkja, kostnaðar- og tíðarætlan viðvíkjandi tilgongdini. LR vil fegin kunna seg meira um, umstøðurnar hjá sjónleiki í Føroyum, og ætlar at skipa fyri einum “EVNISDEGI” um hetta - um sjónleik, støðu og umstøður generelt, og við serligum atlit til Tjóðpallin og hansara umhvørvi/virkisøki. Til evnisdagin skulu bjóðast øll avvarðandi feløg/stovnar sum hava limir í Leiklistarráðnum, Leikarafelagið, MÁF, Kommununa, o.s.fr. og hartil eisini breiðari út í samfelagið, fleiri bólkar sum kundu hugsast at hava áhuga og skil fyri sjónleiki. Ein opin alfundur sum skuldi “taka temperaturin” á leiklistarliga umhvørvinum, har allir bólkar høvdu møguleikan at koma til orðanna og skapa ein dialog um føroyskan sjónleik yvirskipað og við serligum atliti til Tjóðpallin og hansara týdning, bygnað og virksemi.

Tá Annfinnur hevði lagt fram, var prátað eina løtu um evni - og semja var um, at LF fegnaðist um, at slíkur evnisdagur verður hildin, og at LF, gjøgnum okkara umboð, skuldi heita á LR um, at fáa starvslýsingina út sum skjótast

 

Orðaskifti undir heitinum "Yrkissjónleikur - nú og frameftir".

Notat frá talvuni:

Eitt mál

Ein vilji

Ein forsamling.

 

Eitt hugskot

Ein økonomi

Ein felagskapur

 

Lyklaorð frá orðskiftinum:

- LF – Sjónligheit

- Showcase

- Festival

- Nýútbúgvin

- Útlendingar til Føroyar (Búdeplar - residencies)

- Limakort og lima tilboð

- Marknaðarføring

- Skeið

- Siga góð ting um hvønn annan og við hvønn annan.

 

Arbeiðsbólkar eftir hugarok:

- Sjónligheit: Gunnvá, Vár og Katarina (innan 15. okt.)

- Showcase: Ria (innan 6. okt.)

- Príslisti: Sóley og Høgni (innan 29. sept.)

- Standart kontrakt og limakort: Páll (á heimasíðu innan 15. okt.)

- Residencies + exchange: Kjartan og Beinta (innan 1. nov.)

- Konsept til fakligt samskifti: Marita, Kristina og Sofía (innan 29. sept.)

 

Forkvinnan og nevndin takka fyri góða uppmøting og ein góðan fund. 

Aðalfundurin endaði við at limir prátaðau leysliga sínamillum, yvir eitt glas av víni ella øl.